Jólakonsert í Vágs kirkju

Jólini nærkast í hvørjum, og sunnudagin 4. desembur klokkan 15.00 verður hugnalig jólakonsert í Vágs kirkju.

«Orðið á borðið» og børnini í sunnudagsskúlanum hjá Frelsunarherinum, barnakór úr Vágs Skúla og Kirkjukórið Ljómur syngja teir góðu, gomlu jólasangirnar.

Høvi verður at lata eina gávu til “Í menniskjum góður tokki”.