Jólini skulu ikki gerast ov full av resi

- Sinnið skal líkasum fylgja við, og tíðin skal helst verða so friðfull sum gjørligt, sigur Tóra við Keldu.  

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?

 

- Tíðin gongur so sera skjótt, so hvørt ár hugsi eg - píka, nú nærast jólini longu aftur. So, eg fyrireiki einki sum so, men tíðin leggur upp til hugna og onkrar fastar siðir, sum gera tíðina góða.

 

Tað sigur Tóra við Keldu. Hon vísir á, at hon roynir at ansa eftir, at jólini ikki gerast ov full av resi. Sinnið skal líkasum fylgja við, og tíðin gerast so friðfull sum gjørligt.     

 

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?  

 

- Tú verður rivin við, tá onnur fara at prýða til jóla. Genturnar hava koyrt eitt sindur á; tær eru ótolnari enn eg, so tað er gott. Eitt sindur av jólaprýði og stjørnur í vindeyga og eitt sindur inni eisini, serliga einglar.

 

Tóra við Keldu vísir á, at tað er so myrkt hesa tíðina, so ljósið hevur serligan týdning.

 

- Tað er eisini hugnaligt við práti um ymiska jólaprýðið - hvar tað er gjørt, hvør hevur gjørt ella keypt tað.   

 

Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? 

 

- Seinastu árini hava vit keypt jólatræ og prýtt tað fyrst í desember. So verða gávurnar so hvørt, sum tær eru pakkaðar inn, lagdar undir træið. Alt hetta saman við góðum jólatónleiki er gott fyri sinnið hesa myrku tíðina, og perurnar á trænum lýsa upp stovuna so deiliga væl. 

 

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?

 

- Onkur jólagáva er keypt. Eg havi keypt manninum eina, og so keypti eg mær eina líka, so nú fara vit bæði… og so kann eg ikki siga meira :) Hann verður heilt sikkurt glaður fyri jólagávuna.

 

Tóra við Keldu sigur, at tey keypa einar 30 jólagávur tilsamans, og so keypa genturnar nakrar aftrat til vinirnar.