Jona Henriksen deyð

Mánadagin 4. september andaðist Jona Henriksen á Ellisheiminum í Havn, 82 ára gomul.

Jona Henriksen var ein sera virkin kvinna á so mongum økjum. Umframt sítt virksemi í KFUK, so var hon bæði býráðs- og landspolitikari umframt fleiri álitissessir. 
 
Jona fevndi víða og var kend og vællýdd, verið tað seg á politiska økinum ella í  kristiligum felagslívi.
 
Jona varð fødd í Havn 4. januar í 1924, var elst av teimum fimm børnunum hjá  Elisabeth, f. Mouritsen, og Palla Henriksen í Havn. Systkini eru: Kirstin, Jákup (sáli), Andrias og Arnold
 
Sum ung tók hon studentsprógv, og var hon millum teir fyrstu næmingarnar á VBV.
 
Jona var útbúgvin í Føroya Banki og arbeiddi har frá 1950-67. Síðan var hon KFUK-skrivari í 30 ár  frá 1967 til hon legði frá sær í 1997.  
 
Var býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn frá 1969 til 1972, og á løgtingi var hon  fyri Javnaðarflokkin í seks ár, fyrst sum varafólk frá 1975-78, og í 1978 var hon vald á ting. Hon var fyrsta kvinna sum hevði fast sæti á løgtingi.
 
Jona var limur í Føroya Kirkjustjórn, Føroya Skúlastjórn, Útvarpsnevndini og í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið.
 
Jona var býarmyndin, sum dugdi sera væl at vera millum fólk  flestu komu á tal við hana í gerandislívi sum í felagslívi.
 
Hennara fasta støði var arbeiðið ið KFUK stóð fyri  og tað var ikki tann serligi dagurin hjá skótunum, har hon ikki stóð á odda.
 
Jona hevði dygdir, sum hon eisini gav frá sær á sín serliga hátt. Meiningar sínar gav hon eisini til kennar  oftast við brosi á kinn, hon vildi so fegin, at øll skuldu føla seg væl, hóast áskoðanir kundu ver ymiskar.
 
Hon dugdi at vera glað saman við teimum glaðu og gráta saman við teimum grátandi, hevði eina nátúrliga virðing fyri øðrum hugsandi, gjørdi ikki mun á fólki.
 
Síðstu tvey árini var Jona á Ellisheiminum í Havn.