Fram til í gjárkvøldið vóru eingir føroyskir luttakarar í fjórða umfarinum í donsku superliguni. Todi Jónsson og Óli Johannesen skuldi spæla móti hvørjum øðrum í Aarhus í gjárkvøldið, og Jákup Mikkelsen var ikki við, tá Herfølge vitjaði í Lyngby.
Tað tykist kortini ganga sum fótur í hosu hjá Herfølge, sjálvt um besti spælarin hjá teimum í fjør ikki er við. Teir vunnu 2-1 í Lyngby, og John Faxe Jensen helt aftaná fyri, at tað er stuttligt at vera venjari í superliguni!
Men tað stóð nógv á hjá Herfølge, sum var á odda 2-0, áðrenn heimaliðið fekk mál. Tommy Schram hjá Herfølge varð útvístur átta minuttir undan steðginum ? tá dómarin hevði sæð støðuna í sjónvarpinum helt hann, at tað kanska hevði verið rættari at givið gult kort ? og mesta partin av seinna umfarinum royndu teir úr Herfølge at verja, og tað eydnaðist. Men tað stóð nógv á, og heimamenninir raktu í stólpan.
Í Íslandi helt ÍBV tørn um næstfremsta plássið, tá bæði teir og KR, sum framvegis er á odda, vunnu 2-1. Leiftur var í Keflavík, og hagani eydnaðist teimum at fáa eitt stig við aftur til Ólafsfirðar. Brasilumaðurin Santos skoraði bæði málini fyri Leiftur, og Uni Arge hevði ongan møguleika at skora. Tað hevði hann ikki, tí hann var leikbannaður. Hann kom heim undan vikuskiftinum og sá gomlu liðfelagarnar í HB tapa í Gundadali.
Jens Martin Knudsen og Uni Arge fara aftur til Íslands hósdagin, og tá verður aftur ein nýggj spennandi avbjóðing á skránni. Komandi leygardag fær Leiftur vitjan av ÍA, og tá fer stríðið at standa um triðja plássið, sum kann bera altjóða luttøku við sær.
Julian dagsins maður
Í Noregi hevði Sogndal við Juliani Johnsson á miðvøllinum heimavøll móti Kjelsås, sum í løtuni er á triðja plássinum, ið gevur rætt at spæla um eitt pláss í bestu deildini.
Talan var ikki um serliga væl leiktan dyst, og málmøguleikarnir vóru heilt fáir. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik fekk Sogndl brotsspark, sum teir misnýttu, og tað sá út til at skula enda heilt illa, tá Kjelsås nítjan minuttir undan dystarenda skoraði. Tað var heilt týðuligt, at gestirnir vóru komnir at lúra eftir einum stigi, og tá øll trý vóru á veg niður í lumman, vardu teir sjálvandi fyri tað mesta.
Men so var tað, at Julian Johnsson, sum í staðin fyri at sita á beinkinum hjá Kongsvinger og síggja teir alt meiri detta móti næstbestu deildini, av álvara gjørdi bart á miðvøllinum. Konditiónin hevur altíð verið vørumerkið hjá føroyska landsliðsmanninum, og síðstu løtuna hevði hann orku at skora tvær ferðir. Julian javnaði til 1-1, tá tað restaðu fimm minuttir, og í síðsta minuttinum skoraði hann sigursmálið. Avrikið hjá føroyska landsliðsmanninum hevði við sær, at hann saman við trimum liðfeløgum fekk eitt sjey tal í VG.
Sigurin hevur við sær, at Sogndal nú er á 6. plássi við 27 stigum. Kjelsås hevur 30 stig. Sigurin hjá Juliani og teimum hevur við sær, at teir mugu metast at vera leysir av botninum.
Komandi sunnudag klokkan 18 skal Sogndal í 19. umfari spæla á útivølli móti Byåsen. Hetta felagið hevur 20 stig og er fjórði niðast. At Julian skoraði bæði málini hjá Sogndal boðar frá, at álopsspælararnir hava trupulleikar. Tað er ein møguleiki fyri, at tað fer at liggja betri fyri sunnukvøldið, tí tá kann roknast við, at Kurt Mørkøre fer at vera í álopinum hjá Sogndal. Meðan Julian Johnsson er í Føroyum og spælir landsdyst fer Kurt at venja við nýggju liðfeløgunum, og tað ber illa til at ímynda sær, at hann ikki verður á liðnum sunnukvøldið.