Jytte Joensen 50 ár

Í dag, mikudagin 8. juni, verður Jytte Joensen í Hoyvík 50 ár. Hon hevur seinastu tjúgu árini arbeitt sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum.
Foreldrini hjá Jytte eru Paula og Dánial Olsen, og tey búgva á Suðuroyarvegi, har Jytte er uppvaksin. Hon eigur tveir yngri beiggjar - Óli á Deild, sum er blaðstjóri á Vinnuvitan, og Magni, sum arbeiðir hjá Føroya Tele.
Eftir at Jytte hevði lokið studentsprógv í Hoydølum, fór hon til Danmarkar at lesa. Í fyrstu atløgu las hon franskt og týskt, men so saðlaði hon heilt um og fór at læra til ljósmóður. Hon leyk prógv á Ríkissjúkrahúsinum í 1982. Í tvey ár arbeiddi hon í Thisted, og í 1984 flutti familjan til Føroya.
Síðani tá hevur Jytte arbeitt á Landssjúkrahúsinum. Fyrstu árini hevði hon eisini viðtalu aðra staðni. Eitt nú var hon á Sandi. Eitt skifti fyri ikki so nógvum árum síðani sat hon í starvinum sum leiðandi ljósmóðir.
Jytte hevur listarligar gávur. Tað liggur sera væl fyri hjá henni at yrkja, og hon hevur til mangt høvi sett dám á við beinraknum og væl frambornum yrkingum. Ofta yrkir hon á donskum. Tað liggur eisini væl fyri hjá henni at mála, men tað er mest til húsbrúk.
Nógv tann mesta partin av frítíðini nýtir Jytte í Havnar Sjónleikarafelag. Longu í sjeyti árunum stóð hon á palli. Hon hevur umsett leikrit, og hon hevur eisini leikstjórnað. Tvey tey seinastu árini hevur hon verið formaður í Havnar Sjónleikarafelag, og hon situr framvegis í tí sessinum.
Jytte er gift við Jákupi Paula Joensen. Hann er ættaður úr Hósvík og arbeiðir sum leiðari á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvstovuni. Tey eiga tvær døtrar - Teresa sum er fødd í 1986 og Karina, sum er fødd í 1990.