Tað er ikki av ongum, at GÍ heldur summarfrí við fullum stigatali. Tað varð aftur undirstrikað í Serpigerði í framúr góða summarveðrinum fríggjakvøldið.
Heimaliðið hevði trupulleikar at seta seg á mótstøðumenninar. GÍ var á ongan hátt niðurspælt fyrsta tíman, men teir megnaðu heldur ikki at skapa sær yvirvágina, sum so ofta fyrr á árinum hevur verið sjónsk.
Klaksvíkingar tóktust ikki vera komnir til Gøtu fyri at vera statistar, og tað vóru teir heldur ikki í meiri enn ein stóran tíma. Eftiransingarnar vóru tættar og avgjørdar, og tað tóktist skilagott av Tomislav Sivic, at hann hesa ferð royndi Allan Joensen í fremstu røð. Frammanundan hevði KÍ í fýra dystum bara megnað at skora tvey mál ímóti FS Vágum, og tí ráddi um at fáa tyngd í framrættaða partin, og tað eydnaðist við liðformanninum, sum sjálvur megnar so sera nógv við bóltinum.
Longu í 12. minutti fingu klaksvíkingar møguleikan at seta hol á. Hjalgrím Elttør, sum hesa ferð var framrættaður miðvallari í høgru, legði høga sending í brotsteigin, har ein av tryggu miðverjunum fór skeivur av bóltinum og brúkti armin. Dómarin segði brotsspark, og Alexander Djordjevic (tað sást væl, at hann ikki hevur fingið vant nakað serligt í fleiri vikur) trillaði eitt so mikið ússaligt skot úr ellviu metrum, at tryggi Hallur Hansen í GÍ málinum ikki hevði trupulleikar at tveita seg til høgru fyri seg sjálvan og taka bóltin niðri við stólparótina. KÍ hevur fingið fýra brotsspørk í landskappingini í ár, og hetta var triðja ferðin, at teir misnýttu.
Betri grundspæl
Í málum, í mann ímóti manni og í málmøguleikum var leingi ikki stórur munur á liðunum. Gøtumenn arbeiddu ikki so nógv fyri hvørjum øðrum, sum teir plaga at gera, og miðvallararnir vóru ov seinir fram at stuðla sera væl upplagda og nógv arbeiðandi Helga L. Petersen og Óla Hansen.
Men hóast KÍ stríddist væl, og hóast annars trygga GÍ miðverjan onkra ferðina varð kroyst, so kendist tað sum um, at GÍ liðið var betri skipað. Tað var leingi lítið eksplosivt, men tað kendist sum um tað vóru størri møguleikar í heimaliðnum, har Henning Jarnskor enn eina ferð var sera sannrførandi á vongverjanum, og har Zdzislaw Janik var skilagóður í vinstru, sjálvt um hann ikki tóktist arbeiða so nógv sum onkrir aðrir.
GÍ fekk hol á, tá seinna umfarið var trettan minuttir gamalt. Eftir horna og fleiri ferðir aftur og fram og út frá var KÍ verjuparturin óskipaður, tá innleggið kom úr høgru, og Helgi L. Petersen var púra leysur mitt fyri, tá hann heilfluktaði.
Tað restaði eitt korter, tá KÍ javnaði. Símun Joensen kroysti dygst uttanvert brotsteigin eitt fríspark burtur heimaliðnum. Og eftir eina so snilda frísparksdetalju, sum sjáldan sæst ? hvørki á vølli í Føroyum ella í sjónvarpinum ? var Allan Joensen púrar blankur, tá hann í málteiginum beindi bóltinum í kassan.
Skrædlið
So tóktist spenningur vera komin í aftur, men tað gekk bara ein evarska lítil løta, so hevði GÍ lagt seg framum aftur. Tað er einki at liggja omaná, og tølini siga tað eisini, at eftir seinna leiðslumálið til GÍ var bara eitt lið á vøllinum. Klaksvíkingar vóru luftleysir statistar, meðan teir á heimaliðnum rættuliga fingu flogið. Nú var einki óført hjá teimum, teir spældu KÍ sundur og saman, og í fleiri av støðunum, tá teir síðstu minuttirnar skoraðu, vóru fleiri spælarar leysir í brotsteiginum. Talan var rætt og slætt um sanna eyðmýking.
Zdzislaw Janik legði við framúr skoti úr 22 metrum GÍ framum 2?1. Bólturin fór sum ein pílur upp í málhornið. Tað var í 77. minutti, og tveir minuttir seinni var 3?1, tá Magni Jarnskor setti innaru síðu á flatt innlegg úr høgru. Í 89. minutti megnaði Meinhard Joensen, ið sjálvandi er merktur av, at málini hava skolað ígjøgnum hjá honum, bara at hálvbjarga fløtum frísparki frá Magna Jarnskor. Óli Hansen spældi við hælinum, og toppskjúttin, Helgi L. Petersen, var púra blankur mitt fyri málinum, tá hann skoraði.
Óli Hansen setti síðsta naglan í, og eyðmýkingin var fullkomin á allan hátt. Sum so ofta í 2. hálvleiki, so myndaðu gøtumenn álopið í høgru, og tríggir gulir og bláir vóru leysir í brotsteiginum, tá Óli varð spældur púra blankur.
Millum nógvu klaksvíkingarnar kring vøllin hoyrdust fleiri ætla sær til kappróður á Sundalagsstevnuni, og aðrir søgdu seg ivast í, um teir fóru á ólavsøku. Men nú fingu teir at síggja, hvussu tað fór at ganga, tá Kurt var komin!
Óneyðugt er at siga, at lagið hinumegin vøllin var í toppi ? akkurát sum GÍ er tað á støðutalvuni og so var lag á manni at fara í brúdleyp hjá skadda liðformanninum, Sámali Joensen.
GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen
KÍ: Meinhard Joensen ? Atli Danielsen, Símun Waag Høgnesen, Jan Andreasen ? Hjalgrím Elttør, Jan Joensen, Ove Nysted, Fríðin Ziskason, Símun Joensen ? Alexander Djordjevic, Allan Joensen