KÍ hevur endurvunnið og endurfunnið stríðsviljan, sum ofta hevur verið avgerandi í Klaksvík, og sum tað hevur verið so eiðasørt við tey seinastu árini. Rættari er at venda tí tann vegin, at Tony Paris hevur pískað hugburðin í aftur klaksvíkingarnar, sum teir sjálvir hava roynt at leita eftir, men sum teir ikki hava funnið. Serliga hesin veruleikin var orsøkin til, at úrtøkan í Runavík sunnudagin var so stór, sum tað ber til.
Tað var ikki so vakurt í 1. hálvleiki, men KÍ megnaði at halda tætt, og sum 2. hálvleikur leið, vóru tað gestirnir úr Klaksvík, sum við Løkin í Runavík vóru leikliga omaná. Tað sást væl, at tað var tíðliga á árinum. Talan var á ongan hátt um polerað samanspæl, men teir bláu funnu eftir steðgin betri hvønn annan, enn heimamenninir gjørdu tað. Og um sæð verður burtur frá brotssparkinum, sum dómarin metti, at Meinhardt Joensen uttarlaga í brotsteiginum hevði gjørt móti Christian Høgna Jacobsen, tá ið lítið korter var farið, so átti KÍ teir mest uppløgdu málmøguleikarnar.
Ovi Nysted var heilt leysur í vinstru eftir fríspæling frá Paul Clapson, men Jens Martin Knudsen hálvbjargaði í handaru síðu, og løtu seinni var tað Paul Clapson, sum var leysur, men Jens Martin vísti aftur, at hann framvegis er væl fyri. Eftir dystarlok vóru misnýttu málmøguleikarnir gloymdir, og Ovi Nysted og Meinhardt Joensen vóru stóru hetjurnar í KÍ hópinum, sum saman við venjaranum í felagsskapinum ein fyri allar og allir fyri ein gav til kennar, at hetta skal vera tað, ið fer at bera stig og plaseringar við sær.
KÍ betri við
NSÍ hevði betri tak á fyrra partin av 1. hálvleiki. Fyrstu løtuna gekk væl hjá sentralu og ungu monnunum, Boga Løkin og Jóhan Troest Davidsen, sum mannaðu sentrala miðvøllin saman við Dánial Hansen. Serliga í vinstra borði komu Sjúrður Jacobsen og upp á skift teir tríggir í fremstu røð til tvørbóltar. Men NSÍ hevði lítla og onga tyngd og ongan brodd í brotsteiginum, har Atli Danielsen var tryggur aftasti skansi hjá klaksvíkingum.
Sum fyrra umfarið leið, lynkaði NSÍ trýsti, og tá ið spælararnir eftir hvíldina komu út aftur í góðu vársólina, var KÍ uppaftur betri við. Í útgangsstøðuni tóktist uppstillingin at vera 3-5-2, men ágrýtni Høgni Madsen røkti meiri og meiri miðverjuuppgávu saman við Atla Danielsen. Hjalgrím Elttør og Símun Joensen vístu alla tíðina stór arbeiðsevni á sentrala miðvøllinum, og sum seinna umfarið leið, vóru tað klaksvíkingar, sum vístu størri tyngd og saft og kraft í nógvu nærdystunum.
Sjúrður Jacobsen hevði tríggjar góðar langskotsroyndir, sum tó fóru framvið málinum, og eftir innlegg úr vinstru royndi Helgi L. Petersen við stútara, sum fór framvið.
Ovi gjørdi sigursmálið
NSÍ venjarin skifti, sum 2. hálvleikur leið, fleiri ferðir út í vón um at fáa størri tyngd í álopspartin, men nú vóru tað klaksvíkingarnir, sum vóru tendraðir. Í verjupartinum megnaðu teir oftast at traðka fram um mannin, sum bólturin hevði kós ímóti, og tá ið teir ikki megnaðu tað, so var tað heilt skjótt, at heimamaðurin var kringsettur av tveimum ella trimum bláum. Ikki minst veteranarnir í verjuni, Harley Bertholdsen, sum datt alt longri aftur í høgru, og Marek Wierzbicki og Iulian Florescu, sum vóru sannir meistarar í at lesa spælið, stóðu seg væl frammanfyri Meinhardt Joensen, ið var tryggur á strikuni og í brotsteiginum, men sum ov ofta skundaði sær ov nógv við útspælinum, sum tískil gjørdist óneyvt.
Tað lá í luftini, at eitt mál fór at koma. Og tað var KÍ, sum fekk málið, tá ið lítið korter var eftir. Eftir innlegg úr høgru og nærdyst við miðverjarnar eydnaðist tað Ova Nysted at gerast leysur, og hann potaði bóltin framvið Jens Martini Knudsen.
NSÍ slepti í verjupartinum, men KÍ átti størstu møguleikarnar. Paul Clapson sendi úr høgru og í nærra stólpan, og innskifti Steffan Kalsø sendi úr góðari støðu eitt vet til vinstru í brotsteiginum og dygst omanfyri handaru samankomingina.
NSÍ tveir bóltar
KÍ tríggjar bóltar