KÍ nýtt oddalið

1. deild menn - Tað er staðfestingin eftir at fult umfar hevur verið í 1.deild í dag. KÍ og 07 Vestur greiddu sínar uppgávur á útivølli, meðan TB snávaði í Runavík

Oddaliðið av Tvøroyri, TB, var á vitjan í Runavík og tapti 2-0. Tað var ikki fyrr enn seint í seinna hálvleiki, at NSÍ fekk hol á. Tað var ikki fyrr enn at Dan Mortensen var vístur av vølli, at NSÍ kom á odda. Fyrst skoraði Árni Fredriksberg og løtu seinni økti Andrias á Líknagøtu.
KÍ tók av møguleikanum og liggur nú á odda í 1.deild. Teir vunnu greiðan 4-0 sigur á botn­liðnum B68. Bárður J. Heinesen skoraði tey, meðan Jógvan Isaksen og Høgni Madsen skor­aðu eitt í part.
Hitt liðið í uppflytingar­stríð­num, 07 Vestur, vunnu eisini greiðan sigur. Teir vitjaðu Víking, sum stóð ímóti í 37 minuttir, men so skramblaði korthúsið. Jovan Panic skoraði tvey mál uppá tveir minuttir og áðrenn hálvleik økti Jóhan Ejvind Mouritsen. Henning Joensen staðfesti sig­urin fimm minuttir fyri tíð.
HB var á vitjan á niðara vølli í Gundadali, har FC Hoyvík hevur heimavøll. FC Hoyvík hev­ur stórar ætlanir, men í løtuni stríðast teir fyri lívinum í botninum í 1.deild. Fyrstu minuttirnir bendi lítið á, at FC Hoyvík fór at tapa stórt, men eftir fimm minuttir fekk HB brots­park, sum Rani D. Christiansen umsetti til mál. Eftir hálvan tíma skoraði Hanus Thorleifsson dagsins mál, tá hann úr spískum lyfti bóltin upp­um málmannin hjá FC Hoyvík og í mál. Í seinna hálvleiki økti Hanus Thorleifsson til 3-0, áðr­enn Rani D. Christiansen enn eina ferð skoraði trygt uppá brots­spark til endaliga úrslitið 4-0 til HB.
Fimti dysturin var á Argjum, har eitt styrkt EB/Streyma lið við eitt nú Pæturi Dam Jacobsen og Bjarna Jørgensen á liðnum, vann 3-0 á AB. Stutt fyri hálvleik var tað Pætur Dam Jacobsen, ið legði EB/Streym á odda. Tað gingu bara tíggju minuttir av seinna hálvleiki, so var dysturin avgjørdur. Fyrst økti Arnar Dam til 2-0, áðrenn Teitur Joensen skoraði til endaliga úrslitið 3-0 til EB/Streym.