Kári varð føddur 11. januar 1936 á Velbastað, sum elstur av trimum systkjum, sonur Napoleon Nolsøe Petersen úr Sørvági og Annu Sofíu Dalsgaard av Velbastað. Fyrstu árini búði hann í Sørvági. Av tí at pápin starvaðist sum lærari, búðu tey eitt skifti á Slættanesi og á Velbastað. Kári fór til Havnar at ganga í skúla og tók præliminærprógv í 1952 og studentsprógv í 1954.
Hann tók løgfrøðiligt embætisprógv á Københavns Universitet á sumri 1964. Eitt árið starvaðist hann tó sum læraravikarur í Fámjin. Í 1964 byrjaði Kári sum advokatfulltrúi í Esbjerg, og árið eftir tók hann við starvi sum advokatfulltrúi í Keypmannahavn. Advokatviðurkenning frá løgmálaráðnum fekk hann í 1967.
Í 1968 flutti Kári við húski aftur til Føroya og tók við starvi sum løgfrøðiligur fulltrúi í landsstýrinum, og hevði har um hendi málsøkini kommunumál, ídnaðarviðurskifti og havrættarmál og fekk tá høvi landsstýrisins vegna m.a. at luttaka á minniríkum havrættarstevnum í Venezuela og New York. Kári varð í 1969 settur sum nevndarlimur og skrivari hjá nevndini, sum í 1972 legði úr hondum dygdargott álit um kommunuviðurskiftini og gjørdi uppskot til nýggja kommunuvallóg og kommunulóg. Hetta álitið gjørdist grundarlag undir nýggju kommunuvallógini og kommunulógini í 1972. Eisini var Kári eitt skifti formaður í landsskattanevndini.
Tann 1.oktober 1976 stovnsetti Kári egið advokatvirki í Havn, fyrst í Bókbindaragøtu og flutti seinni í N. Winthersgøtu. Hann byrjaði í smáum, men eitt skifti hevði hann tveir advokatar og trý skrivstovufólk í starvi afturat sær, og var hann ein so sera lagaligur og fittur arbeiðsgevari, sum altíð vildi starvsfólki sínum tað besta.
Kári var ein góður advokatur. Góð analytisk evni, vælformuleraður, gott minni og eina breiða vitan. Hann gjørdist lættliga eldhugaður og dugdi væl at føra sjónarmið síni fram. Og honum dámdi eisini væl at sleppa at føra tey fram ? ivaleyst eisini tí at hetta lá so sera væl fyri hjá honum. Hesin eginleiki gjørdi uttan iva sítt til, at honum dámdi so væl at møta í rættinum og verja áhugmál. Serliga væl dámdi honum at vera verji í revsimálum. Ikki bert at hava henda leiklutin at vera tann, sum ansar eftir, at samfelagið ikki fremur órætt móti einum ákærdum, men eisini at vera sálarhirði. Var ein klientur hansara varðhaldsfongslaður, vitjaði hann trúliga í varðhaldinum, og fleiri eru tey, sum støðugt vendu aftur til hansara at biðja hann verja seg. Tey høvdu álit á honum, og komu ivaleyst tætt inn á tann Kára, sum ikki altíð var so lættur at koma inná, men kortini í løtum var so nær.
Kári var rættiliga privatur til dagligt. Men tær løturnar vóru eisini, tá hann opnaði seg og veruliga vísti, hvussu kensluborið menniskja hann var. Og í góðum vertskapi komu fram nógvar av teimum síðum hansara, sum hann til dagligt meira og minni fjaldi, og hann var tá so charmerandi sum fáur. Fyri ikki at tosa um, tá hann tók fiólina fram.
Kári var ein sera evnaríkur maður. Hann hevði nógvar gávur. Ikki bert var hann skjótt- og vælhugsandi og las bøkur við somu skjótu ferð. Hann hevði sum nevnt eitt gott minni, sum kom honum til gagns í arbeiðslívinum, og tá hann leitaði aftur í bókmentir og farnar hendingar og upplivingar, og væl dámdi honum at siga frá.
Listarligar gávur hevði Kári góðar og brúkti tær bæði til gamans og álvara. Hann spældi fiól, eitt nú í Tórshavnar musikkskúla og Føroya symphomiorkestri. Eisini spældi hann orgul og var eitt skifti organistur í Kvívíkar kirkju. Sang í kóri og sjónleik spældi hann eisini, og var eitt skifti nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag og Meginfelag Áhugaleikara. Ættargransking hevði hansara stóra áhuga.
Tekniskt snildur var hann eisini. Hann treivst so sera væl, tá hann smíðaði og skrúvaði, og tá Marita og hann fyri ikki so ógvuliga langari tíð síðani innrættaðu sær húsini av nýggjum, var lagið gott. Og síðst í 80?unum tá ið javnaldrandi og yngru starvsfelagar hansara nærum ikki enn vistu, hvussu ein telda skuldi tendrast ella enn minni brúkast, var Kári longu førur fyri at broyta uppsetingarnar í stýrisskipanini í telduni hjá sær. Gávurnar vóru nógvar og áhugamálini eisini.
Eitt politiskt menniskja var hann eisini. Politikkur kom at hava stóran leiklut í lívi hansara ? ivaleyst ov stóran viðhvørt. Kári var konu síni Maritu ein dyggur stuðul, tá hon var virkin í politikki, eins og hann eisini var Javnaðarflokkinum ein dyggur stuðul.
Miðskeiðis í 90?unum gjørdi Kári av at rigga av advokatvirkið sítt, og tók tá við starvi sum løgfrøðiligur ráðgevi í Mentamálastýrinum, har hann starvaðist nú hann doyði.
Kári giftist Maritu f. Johansen úr Vági í 1962. Hon var útbúgvin lærari og sálarfrøðingur og var løgmaður í 1993/94. Hon doyði 26. august 2001. Saman fingu tey synirnar Atla, Una og Búa. Tey settu búgv uppi undir Varða í Havn. Marita og Kári suppleraðu hvønn annan væl, og var Kári ein góður konumaður. Altíð er ringt at missa hjúnafelaga, og hjá Kára tyktist, sum at hetta gjørdist honum ein óvanliga harður smeitur, og eftir at Marita doyði mestsum fánaði hann burtur.
Tankar okkara leita til synirnar sum við so stuttum millumbili hava mist bæði móður og faðir.
Turið, Ida, Sjúrður
og Poula