Kærkomin breiddarstig

Tá Ransin Djurhuus floytaði dystin í Sørvági av leygardagin, høvdu bæði 07 Vestur og B68 roynt nakað, tey ikki høvdu roynt síðani fjórða umfar í Vodafonedeildini, tí síðani tá hevði 07 Vestur ikki vunnið og B68 ikki tapt – fyrr enn nú

Í fjórða landskappingarumfari gjørdi 07 Vestur ein vørr, tá liðið á heimavølli basti táverandi oddaliðnum í Vodafonedeildini, B36. Síðani hevur staðið fast hjá vágamonnum, og burtursæð frá fimm javnleikum, hevur einki borið til. Tilveran hevur alt kappingarárið verið undir niðurflytingarstrikuni.

Kortini hava tey flestu verið á einum máli um, at 07 Vestur hevur ymsar dygdir, ið saktans kundu rættvísgjørt eitt pláss longur uppi á stigatalvuni. Millum annað megnar liðið stórt sæð altíð at skora mál, og í teimum higartil 18 dystunum higartil, hevur liðið eisini skorað í teimum 15. Ironiskt kanska, at tveir av teimum málleysu góvu stig, tí talan var um tvær ferðir 0-0 ímóti Víkingi og AB.

Í summarsteðginum er offensivur styrkur komin við tveimum spælarum úr Sierra Leone, Tamba Yarjah og Morris Lewis, umframt at Aco Pandurovic er komin til felagið og hevur gjørt verjuna munandi tryggari. Serliga verjuparturin hevur haltað, men tað gjørdi hann ikki í eins stóran mun, tá B68 vitjaði á Valloyruni í Sørvági leygardagin.


Uppiborin leiðsla

Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgi, og fyrsta korterið hevði B68, sum leingi hevur verið millum oddaliðini, meiri enn ilt við at fóta sær. Heldur einki var at siga til, at 07 Vestur longu í áttanda minutti kom á odda eftir eitt av fleiri vandamiklum hornaspørkum. Hesa ferð kom tað innfyri úr høgru síðu, men B68 fekk ikki ruddað bóltin nóg væl burtur, og nakað inni í brotsteiginum var Milan Pejcic sera avgjørdur, tá hann smekkaði eitt flatt skot í meskarnar aftan fyri Vlada Filipovic.

Hetta var verri enn so einasti møguleikin, 07 Vestur hevði hesa fyrstu góðu løtuna, og við eitt sindur av hepni kundi leiðslan væl verið størri, áðrenn komið var til hálvleiks. Stutt fyri hálvleik hevði Tamba Yarjah enntá góðan møguleika at økja, tá hann slapp púra leysur og hevði fría kós ímóti málinum, men hann var óneyvur og helst eisini ov ótolin, og tí fekk Vlada vart fyri.

So hvørt sum trýstið frá 07 Vestur hevði hug at dovna, slapp B68 meira við í spælið, og eisini vórðu royndir gjørdar frameftir, har tað ofta var líka við, at okkurt spurdist burturúr. Málslúkurin hjá toftamonnum, Keita, var í stuttum tjóðri, men so máttu aðrir traðka til. Av teimum hevði helst Jóhan Petur Poulsen besta møguleikan, tá hann fór avstað í høgru síðu og úr 20 metrum smekkaði bóltin á tvørtræið.


Trýstu til fánýtis

Mitt í seinna hálvleiki fekk B68 stein oman á byrðu, tá liðformaðurin, Jóhan Dávur Højgaard, fekk seinna gula kortið, og tí máttu toftamenn stríðast í minniluta ímóti yvirvaldinum. Men sum so ofta, tá so er, tóktust hinir finna styrki til ein síðsta offensiv, og serliga ímóti endanum á dystinum royndi B68 at trýsta og skapa møguleikar, men uttan at fáa avgerandi gjøgnumbrotið.

Sjálvandi telur mest hjá vágafólki, at lið teirra leygardagin aftur megnaði at vinna sær trý stig, men helst er tað minst líka hugaligt hjá teimum at síggja, at verjan eisini megnar at standa ímóti, sum hon gjørdi tað síðstu løtuna av dystinum, tá B68 legði nógv fyri. Megnar 07 Vestur líka væl at halda tætt í komandi dystum, kunnu skjótt vinnast fleiri kærkomin »breiddarstig«.

Lítið man vera at ivast í, at B68 veruliga merkti saknin av Jóan Símuni Edmundsson, ið hevði karantenu, og Øssuri Hansen, ið var skaddur, men tað átti ikki at gjørt allan munin, tá nummar tvey spælir ímóti nummar 10. Hetta var annars fyrsta tapið hjá B68 síðani fjórða umfar, og samstundis gjørdist greitt, at ársins B68-lið ikki megnaði at taka metið hjá 1985-liðnum, ið eisini spældi 13 dystir á rað uttan tap.




MYNDATEKSTUR:

Milan Pejcic, ið skoraði sigursmálið hjá 07 Vestur, sleppur her fram við liðformanninum hjá B68, Jóhan Dáva Højgaard, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk seinna gula kortið og mátti av vølli

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir