Fótbólturin verður eyðsýndur á FM1 í dag.
Klokkan 16.10 verður fótbóltspanelið á skránni. Aftaná tíðindasendingina klokkan 17 verður hitað spakuligt upp til oddabrakið á summarfestivalinum í Klaksvík millum KÍ og Víking við tónleiki og samrøðum. Dysturin millum KÍ og Víking byrjar klokkan 18.15 í kvøld.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri KÍ og Víking koma út á in.fo í kvøld.
In.fo hevur beinleiðis tekstarfrásøgn frá dystinum millum KÍ og Víking.