Kaj Leo: Fakfeløg lata seg brúka politiskt

– Tí er áhugin fyri 1. maidagshaldi so lítil, heldur fyrrverandi løgmaður

Tað var eyðsýnt í gjár, at áhugin fyri altjóða arbeiðaradegnum er ikki tann sami, sum hann plagdi at vera. 1. maidagshald vóru hildin í eitt nú Havn, í Vestmanna og á Tvøroyri, men tað var heldur soltið við fólki til haldinum.

Ein orsøk kundi vera, at veðrið spældi ikki við, men Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, heldur, at ein onnur orsøk er til minkandi áhugan fyri 1. mai.

– Tað er tí, at fakfeløg lata seg brúka av politiskum flokkum/umboðum, sum sleppa at fáa ein pall at oysa partapolitiskt gor og gall yvir aðrar politiskar hugsjónir og meiningar, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á facebook í dag.

– Fakfeløg, sum hátíðarhalda 1 mai, hava væl betri og breiðari umboðan enn tveir flokkar á løgtingi í dag. Hetta er grundin fyri, at fólk ikki tíma hetta showið meira, sigur fyrrverandi løgmaður.