Tað hevur leingi verið greitt, at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki fór at halda fram í íslendska høvuðsstaðarfelagnum Vali, sum hann hevur umboðað síðani 2019. Hann hevur áður eisini spæld við íslendsku feløgunum FH og ÍBV.
Spurningurin hevur verið, hvar hann fór at halda fram við fótbóltinum. Tað hevur ljóðað, at møguleiki var fyri, at hann fór at flyta aftur til Føroya ella úr Íslandi og aðrastaðni at spæla fótbólt, og hann hevur eisini royndarvant í Íslandi.
Nú er tað greitt, at Kaj Leo í Bartalsstovu fer at halda fram at spæla í Íslandi. ÍA, sum er ítróttarfelagið í Akranesi, boðar frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við Kaj Leo í Bartalsstovu. Sáttmálin er galdandi fyri tvey tey næstu árini. ÍA endaði í fjør á níggjunda plássi við 21 stigum fyri 22 dystir. Tað var eitt stig aftur til 11. plássið, sum bar niðurflyting við sær.
-Føroyingurin hevur nógvar royndir í íslendskum fótbólti, og hann er góður styrkur at fáa, verður sagt í fráboðanini hjá ÍA. Í bestu deildini í Íslandi hevur Kaj Leo í Bartalsstovu spælt 96 dystir og skorað 9 mál.
30 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu hevur verið yrkisspælari uttanlands í átta ár.
Hann hevur spælt við Levanger FK í Noregi, FC Dinamo í rumneska høvuðsstaðnum Bukarest og síðani á sumri í 2016 í Íslandi.
Sambært faroesoccer.com hevur Kaj Leo í Bartalsstovu umboðað Føroyar 27 ferðir á landsliðnum og skorað tvey mál.