Kaj Leo spyr um palliativa økið í Føroyum

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur svarað Kaj Leo Holm Johannsen upp á ein grein 52a spurning um palliativa ølið í Føroyum

Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 53, stk. 3 í tingskipanini, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. SS-006/2023 um palliatión í Føroyum

 

Spurningarnir vóru soljóðandi:

 

  1. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi, tá ein sjúklingur í starvi innan tað almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum verður tvungin í palliativa viðgerð uttanlands?
  2. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi fyri avvarðandi?
  3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um betringar í verandi skipan fyri at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt betri og tryggari grundarlag, tá tey noyðast av landinum?
  4. Hvat verður gjørt fyri at styrkja og menna palliativa viðgerð í Føroyum - samskipan og ætlan við leiðreglum fyri økið?
  5. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í Føroyum, árliga?
  6. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í útlandinum, árliga?

 

Svar:

 

Fíggjarligur stuðul til sjúk og avvarðandi er málsøki hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, og tí havi eg spurt meg fyri hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við spurning nr. 1, 2 og 3. Svarið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum uppá tríggjar teir fyrstu spurningarnar verður endurgivið niðanfyri.

 

1. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi, tá ein sjúklingur í starvi innan tað almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum verður tvungin í palliativa viðgerð uttanlands?

 

Almanna- og mentamálaráðið skilir spurningin at snúgva seg um persón undir fólkapensjónsaldur. Er talan um persón í fólkapensjónsaldri, tá fær hann fólkapensjón uttan mun til heilsustøðu sína.

 

Sambært álitinum frá 2019 um palliatión[1] í Føroyum kann palliativ (linnandi) viðgerð býtast í trý stig:

 

  1. Palliatión á byrjanarstigi
  2. Palliatión á seinum stigi
  3. Palliatión á terminalum stigi

 

Palliatón á byrjanarstigi kann, sambært álitinum frá 2019, vara í fleiri ár. Undir palliativari viðgerð kann ein persónur, sostatt fara frá at hava eitt vanligt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, til onki tilknýti at hava. Tað mest vanliga er tó, at ein persónur er fyritíðarpensjónistur, tá hann er í palliativari viðgerð.

 

Almannalóggávan er soleiðis skipað, at hon er tengd at arbeiðsføri. Tað vil siga, at tað er ikki diagnosan ella slag av viðgerð, sum avger rættin til fíggjarligan stuðul. Persónur, ið ikki er til arbeiðis, hevur sama rætt sambært almannalóggávuni, uttan mun til um neyðug viðgerð fer fram í Føroyum ella uttanlands.

 

Skipanirnar eru fjøltáttaðar, og til ber ikki í hesum svarinum at lýsa allar tættir í ymsu skipanunum. Niðanfyri verður tí greitt frá meginreglum, frá tí, at ein persónur hevur fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin, til hann endaliga er farin av arbeiðsmarknaðinum.

 

Sjúkradagpeningur og rætturin til løn undir sjúku

 

Løgtingslóg um dagpening vegna sjúku fevnir um allar løntakarar í Føroyum. Har er tó ein grundregla um, at fyri at fáa rætt til dagpening, skal viðkomandi ikki hava rætt til løn undir sjúku.

 

Ein týðandi partur av løntakarum í Føroyum hava rætt til fulla løn undir sjúku. Rætturin er staðfestur í starvsmannalógini, men eisini eru nakrir sáttmálar, ið geva hendan rættin. Tey, sum sostatt eru fevnd av starvsmannalógini, fáa sostatt fulla løn, líka til tey verða søgd úr starvi. Verða tey søgd úr starvi, fáa tey rætt til dagpening, sambært dagpeningalógini. Tey, sum ikki hava rætt til løn undir sjúku, fáa sjúkradagpening frá fyrsta fráverudegi.

 

Tey, sum hava rætt til løn undir sjúku, hoyra bæði til almenna og privata arbeiðsmarknaðin. Tey, sum koma beinleiðis í sjúkradagpeningaskipanina, koma í flestu førum frá privata arbeiðsmarknaðinum so sum fiskivinnu á landi, handverkarar o.o. Men tað eru eisini starvsfólk hjá tí almenna, sum ikki hava rætt til løn undir sjúku, og sum sostatt fáa dagpening frá fyrsta fráverudegi.

 

Dagpeningur vegna sjúku er 100 prosent av lønarmissinum, tó í mesta lagi 80 prosent av løn, sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Dagpeningur vegna sjúku er umleið 21.700 kr. um mánaðin íroknað frítíðarløn.

 

Ein persónur, sum hevur fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og sum ikki er til arbeiðis orsakað av viðgerð, hevur sostatt antin rætt til fulla løn ella dagpening sambært dagpeningalógini, og tað er sum nevnt uttan mun til, um viðkomandi er staddur uttanlands í sambandi við viðgerð.  

 

Ein persónur, sum er í neyðugari palliativari viðgerð uttanlands, er sannlíkt komin somikið langt í síni sjúkugongd, at arbeiðsføri er varandi skert, og tá er dagpeningaskipanin ikki rætta/hóskandi veitingin.

 

Fyribils uppihaldsveiting

 

Niðasta sosiala trygdarnetið er fyribils uppihaldsveiting, sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Fyribils uppihaldsveiting er sostatt lægsta sosiala veitingin. Tað er ikki ókent, at langtíðarsjúkir persónar fáa uppihaldsveiting, tí allir aðrir inntøkumøguleikar eru troyttir. At langtíðarsjúk, sum fáa ta lágu uppihaldsveitingina, koma í fíggjarligt óføri, eru fleiri dømi um. Men hesin spurningurin snýr seg um persón í palliativari viðgerð, og tá er støðan vanliga staðfest at vera varandi, og tá eigur persónurin at flyta frá fyribils uppihaldsveiting til aðra sosiala fyriskipan.   

 

Tillagað starv

 

Persónur við varandi skerdum arbeiðsføri, hevur rætt til tillagað starv ella fyritíðarpensjón. Áðrenn mett verður um fyritíðarpensjón, skal verða mett um tillagað starv. Tillagað starv er ein fyriskipan á vanliga arbeiðsmarknaðinum, har persónurin verður settur í starv hjá einum arbeiðsgevara. Umframt løn frá arbeiðsgevara, fær viðkomandi eisini eitt lønarískoyti frá Almannaverkinum. Ongin munur er á tillagaðum størvum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Er neyðugt hjá einum persóni at fáa viðgerð uttanlands, og viðkomandi sostatt ikki fær verið til arbeiðis, hevur arbeiðsgevarin skyldu at gjalda ta løn, sum sáttmálin ásetir. Um viðgerðin dregur út, eru vanligar reglur um uppsøgn galdandi. Um ein persónur í tillagaðum starvi, sum er í palliativari viðgerð, verður sagdur úr starvi, er tað mest vanliga, at viðkomandi fær játtað fyritíðarpensjón.

 

Fyritíðarpensjón

 

Tann mest vanliga veitingin til persónar í palliativari viðgerð, er fyritíðarpensjón. Fyritíðarpensjón kann veitast á trimum ymiskum stigum, sum er hægsta, miðal og lægsta fyritíðarpensjón (í praksis er ongin munur á miðal og lægstu fyritíðarpensjón). Persónur, ið ongan arbeiðsførleika hevur, hevur rætt til hægstu fyritíðarpensjón. Tá ein persónur er komin til seina ella terminala palliativa stigið[2], hevur hann altíð rætt til hægstu fyritíðarpensjón.

 

Er persónur í palliativari viðgerð á byrjanarstigi, kann tað eisini vera viðkomandi at veita miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, um persónur hevur eitt ávíst tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

 

Fyritíðarpensjón er ikki treytað av, um ein persónur hevur arbeitt hjá tí privata ella almenna, og tekur ikki atlit til inntøku frammanundan sjúkuni, eins og ognarviðurskifti eru óviðkomandi fyri rættin til fyritíðarpensjón.

 

Fyritíðarpensjón er lutvíst skattafrí, eins og fyritíðarpensjónistar hava rætt til ein serligan frádrátt í skattinum, sum hevur við sær, at fyritíðarpensjónistar ikki rinda skatt av pensjónini. Um fyritíðarpensjónisturin hevur arbeiðsinntøku ella møguliga privata pensjónsinntøku, kann hann koma út fyri at rinda nakað av skatti.

 

Fyritíðarpensjón um mánaðin eftir skatt og gjøld í 2024

 

 

 

 
 

Ógiftur

 
 

Giftur

 
 

Hægsta fyritíðarpensjón

 
 

15.200 kr.

 
 

12.800 kr.

 
 

Miðal fyritíðarpensjón

 
 

12.540 kr.

 
 

10.370 kr.

 
 

Lægsta fyritíðarpensjón

 
 

12.500 kr.

 
 

10.250 kr.

 

 

Viðm.: Íroknað upphæddina til ógiftan pensjónist er viðbót til ávísar pensjónistar. Til giftan pensjónist verður gingið út frá, at hjúnafelagin hevur inntøku, og at viðkomandi tí ikki hevur rætt til viðbót til ávísar pensjónistar. Í talvuni er gjald til Heilsutrygd, kringvarp og gjald til Samhaldsfasta drigið frá.

 

Hevur fyritíðarpensjónistur børn yngri enn 18 ár, verður eisini veitt barnaviðbót upp á 1.162 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið.

 

Sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til spurningin, kann tað koma fyri, at persónur, sum missir sambandið við arbeiðsmarknaðin orsakað av sjúku, kann koma sær í fíggjarligt óføri. Serliga um talan er um fólk við høgum ella miðalhøgum inntøkum, og sum ikki hava tryggjað seg móti álvarsligari sjúku, verður talan um eina munandi inntøkulækking, tá sambandi við arbeiðsmarknaðin verður kvett.

 

2. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi fyri avvarðandi?  

 

Niðanfyri er yvirlit yvir tær veitingar, sum sambært almannalóggávuni kunnu veitast í sambandi við røkt og umsorgan av álvarsliga sjúkum.

 

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av doyggjandi

 

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, kann sambært § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur) veitast, tá persónur undir fólkapensjónsaldur, sum ynskir at doyggja heima, verður ansaður av persóni, sum ein hevur eitt serligt og tætt tilknýti til.

 

Treytin fyri at fáa veitingina er, at persónurin, sum verður ansaður, er røktarkrevjandi, sjúkrahúsviðgerð er útlitaleys, og livitíðin væntast at vera stutt.

 

Endurgjaldið er svarandi til mistu arbeiðsinntøkuna, tó í mesta lagi 26.814 kr. um mánaðin (í 2024).

 

Dagpening vegna sjúku

 

Dagpeningur sambært løgtingslóg um dagpening vegna sjúku kann veitast persónum, hvørs børn ella hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk, og tað av lækna verður mett neyðugt, at hjúnafelagin er um tann sjúka.

 

Dagpeningurin verður veittur sambært vanligu reglunum í dagpeningalógini. Tað merkir, at dagpeningaupphæddin er svarandi til lønarmissin, tó í mesta lagi 80 prosent av løn, sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Røktarviðbót

 

Fyritíðarpensjónistur, ið hevur tørv á varandi røkt ella umsjón, kann fáa røktarviðbót. Endamálið við røktarviðbótini er, at pensjónisturin kann samsýna øðrum persóni í sambandi við røktina.

 

Røktarviðbótin, ið er ein skattafrí veiting, er 6.441 kr. um mánaðin í 2024.

 

Ansingarsamsýning

 

Ansingarsamsýning er avmarkað til ansing av persónum í fólkapensjónsaldri. Ansingarsamsýning kann veitast persóni fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, tá tørvur er á støðugari hjálp og hjáveru.

 

Ansingarsamsýningin er ein skattskyldug veiting, sum er 10.789 kr. um mánaðin.

 

Tað eru kommunurnar, ið umsita og gjalda fyri ansingarsamsýning.

 

3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um betringar í verandi skipan fyri at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt betri og tryggari grundarlag, tá tey noyðast av landinum?  

 

Sum víst á omanfyri, eru tað familjur, sum koma fíggjarliga illa fyri, tá sjúka rakar og sambandi við arbeiðsmarknaðin verður kvett. Vanliga er tað soleiðis, at tann sjúki fer frá lønarinntøku til fyritíðarpensjón. Um tann sjúki kemur frá einum arbeiði við høgari ella miðalhøgari løn, er talan um eina munandi lækking í inntøkuni, tá hann verður fyritíðarpensjónistur.

 

Í Føroyum er fyritíðarpensjónin skipað soleiðis, at hon verður veitt við somu upphædd til øll (tó munur á giftum og ógiftum). Í øðrum londum er vanligt, at upphæddin, ið verður veitt sum fyritíðarpensjón, lutvíst er treytað av lønarinntøku frammanundan. T.d. hava Norra, Svøríki og Finnland tílíkar skipanir. Fyrimunur við hesum skipanum er, at tá sambandið við arbeiðsmarknaðin verður kvett, tá verður fíggjarliga avleiðingin ikki eins ógvuslig. Men tað eru samstundis aðrir vansar við hesum skipanum. At broyta okkara fyritíðarpensjónsskipan grundleggjandi, hevur ikki áður verið á politisku dagsskránni, og samgonguflokkarnir hava ikki umrøtt spurningin. Sostatt liggur tað ikki í kortunum at fara undir eina nýskipan innan fyritíðarpensjónir. 

 

Síðstu árini eru umstøðurnar bøttar, tá familjur verða raktar av langtíðarsjúku. Almannaveitingar vóru nærum ikki javnaðar í 10 ár frá 2011 til 2022, men við løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar, er javningin nú komin í eina fasta legu.

 

Í 2022 var dagpeningalógin broytt, soleiðis at dagpengatíðarskeiðið hjá persónum við álvarsligum sjúkum varð longt. Hetta fyri at fyribyrgja, at persónar við álvarsligum sjúkum skuldu enda á fyribils uppihaldsveiting.

 

Í 2021 kom skipanin við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av doyggjandi. Skipanin er til tey, sum doyggja heima, men í ein avmarkaðan mun verður veitingin veitt, tá persónur er innlagdur á sjúkrahús. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur arbeitt við at broyta kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku soleiðis, at skipanin verður smidligari hjá teimum, sum eru løgd inn á sjúkrahús. Kunngerðin hevur verið til ummælis og væntast at verða lýst í 2023.

 

Ansingarsamsýning í sambandi við ansing av eldri og óhjálpnum, hevur verið óbroytt í mong ár. Skipanin verður umsitin av kommununum, og tær halda útreiðslurnar til ansingarsamsýning.

 

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum upplýsir, at ætlanin er, at kunngerðin um ansingarsamsýning verður endurskoðað. Í hesum er ætlanin at hækka veitingina munandi. Hetta arbeiðið skal gerast í samráð við kommunurnar.

 

4. Hvat verður gjørt fyri at styrkja og menna palliativa viðgerð í Føroyum - samskipan og ætlan við leiðreglum fyri økið? 

 

Fyrst verður lýst, hvussu økið er skipað í dag.

 

Palliativa økið í Føroyum fevnir um palliatión í Sjúkrahúsverkinum og í primera heilsugeiranum. Í Sjúkrahúsverkinum er økið skipað við einum palliativum toymið og einari palliativari eind. Í primera heilsugeiranum verður tænastan veitt av kommunulæknum, heimatænastuni og ellis- og røktarheimum.

 

Palliativa eindin, sum er eitt tilboð til krabbameinssjúklingar, sum liggja til tað síðsta, er á Landssjúkrahúsinum. Eindin fevnir um tvær sjúkrastovur, har sjúklingar og avvarðandi fáa einastovu. Tey avvarðandi hava møguleika fyri at vera um sjúklingin alt samdøgrið. Eindin virkar ikki sjálvstøðug, men er partur av medisinsku seingjardeildini B6. Hetta merkir, at eindin er ein partur av teimum átta sergreinunum, sum eru á deildini. Føst starvsfólk eru ikki burturav knýtt at palliativu eindini. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi eru ikki fastar palliatiónsstovur, men einastovur eru tøkar eftir tørvi til sjúklingar og avvarðandi. Tey avvarðandi hava møguleika fyri at vera hjá tí sjúka alt samdøgrið.

 

Palliativa toymið veitir linnandi viðgerð til ólekjandi krabbameinssjúklingar, sum hava tørv á palliativari viðgerð og røkt. Toymi ráðgevur eisini teirra avvarðandi. Linnandi viðgerð fer fram á sjúkrahúsi ella í egnum heimi. Miðað verður ímóti, at allir palliativir sjúklingar hava møguleika fyri at verða sum longst í tí umhvørvi, teir sjálvir ynskja at vera í. Tað veri seg á sjúkrahúsi, røktarheimi ella egnum heimi.

 

Kommunu- ella sjúkrahúslæknar ávísa sjúklingar til palliativa toymið, og serlækni í palliatión ávísir sjúklingar til linnandi viðgerð. Palliativa toymið samstarvar við tey trý sjúkrahúsini, kommunulæknar, heimatænastuna, ellis- og røkarheim, sosialráðgeva, Almannaverkið, fysioterapeut, ergoterapeut, prest, samkomuleiðara, sálarfrøðing, sjúkrahúsdeildir og aðrar viðkomandi stovnar, bæði innan primera heilsugeiran og Sjúkrahúsverkið. Harumframt verður samstarvað við starvsfólk á sjúklingahotellinum Tórshavn, Ríkissjúkrahúsinum og onnur viðkomandi viðgerðarstøð, sum Sjúkrahúsverkið hevur avtalu við.

 

Palliativa toymið er mannað við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum við servitan um palliatión. Frá 1. desember 2023 fara tríggir yvirlæknar at manna eitt fulltíðarstarv sum yvirlækni í palliativa toyminum á Landssjúkrahúsinum. Við hesum broytingum fer palliativa økið á Landssjúkrahúsinum at fevna um allar sjúklingar, ið hava lívshóttandi sjúku og hava tørv á linnandi viðgerð og ikki bert krabbameinssjúklingar.

 

Sjúkrahúsverkið ætlar at víðka um palliativa tilboðið til, við tíðini, eisini at fevna um eina útgangandi funktión til sjúklingar, sum liggja til tað síðsta. Samstundis er tørvur á at lyfta palliativa økið, eitt nú við at stuðla undir tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi, og soleiðis bjóða eina samanhangandi sjúklingagongd til palliativar sjúklingar, ið hevur høga, fakliga góðsku.

 

Tað vísir seg at vera týdningarmikið fyri sjúklingar og avvarðandi, at tey eru í teirra nærumhvørvi, soleiðis at øll kunnu fáa ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt. Bæði á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi síggja tey ferð eftir ferð, at tey avvarðandi, har sjúklingarnir eru úr norðurøkinum og úr Suðuroy, ynskja at sjúklingurin verður fluttur av Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar sjúkrahús ella Suðuroyar sjúkrahús til at fáa linnandi viðgerð. Árliga doyggja umleið 30 fólk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og tað sama á Suðuroyar sjúkrahúsi.

 

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum er ikki liðug at viðgera spurningin um økt samstarv millum sjúkrahúsini á palliativa økinum, men tankin er, at gjørdar verða ein til tvær stovur á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, sum eru egnaðar til palliativar/doyggjandi sjúklingar. Førleikarnir eru í øllum førum lutvíst til staðar. Sjúkrarøktarfrøðingar við palliatiónsútbúgving eru á seingjardeildini í Klaksvík, meðan ein serlækni í pínu og palliatión er á Suðuroyar sjúkrahúsi, og við góðum og tøttum samstarvi við palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum og teir læknar, sum koma at starvast innan hetta økið, so kann hetta lata seg gera.

 

5. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í Føroyum, árliga?  

 

Sambært Sjúkrahúsverkinum fingu 117 sjúklingar viðgerð í palliativa toyminum í 2020, 132 sjúklingar í 2021 og 141 sjúklingar í 2022. Higartil í ár hava 140 sjúklingar fingið viðgerð í palliativa toyminum.

 

Sjúklingar, ið eru knýttir at palliativa toyminum í dag, eru sjúklingar, ið hava fingið staðfest eina ólekjandi krabbameinssjúku. Hetta fer, sum áður nevnt, at verða broytt til at fevna um allar sjúklingar, ið hava ólekjandi sjúku og tí ikki bert krabbameinssjúklingar.

 

6. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í útlandinum, árliga? 

 

Sambært Sjúkrahúsverkinum eru tað sera fáir sjúklingar, sum verða sendir í palliativa viðgerð uttanlands á t.d. eini palliativari deild ella sjúkrahúsi. Tað kunnu ganga ár ímillum.

 

Nakrir ólekjandi sjúklingar, sum hoyra til palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum, verða ávístir eitt ávíst tíðarskeið til Danmarkar til t.d. linnandi stráluviðgerð ella til aðra linnandi ella lívslongjandi viðgerð, men hetta er vanliga bert í nakrar heilt fáar dagar.

 

 

 

Heilsumálaráðið, 23. november 2022

 

Margit Stórá

 

landsstýriskvinna