Kamala Harris er nú skutin framman fyri Trump

Myndin gerst tó meiri samansett, um hugt verður at einstøku statunum

Kamala Harris er nú fremst í stríðnum at gerast forseti í USA.

 

Tað vísa ymiskar samanteljingar av veljarakanningum, m.a. tær hjá The Hill og RealClearPolitics.

 

Eftir at Joe Biden valdi at taka seg aftur sum forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum, og Kamala Harris varð vald sum avloysari, hevur tað gingið ómetaliga væl hjá demokratunum.

 

Fyri einum mánaði síðan royndi ein ungur maður at skjóta Donald Trump. Fyrrverandi forsetin varð raktur í oyra, men slapp annars snikkaleysur frá morðroyndini. Serfrøðingar mettu tá, at hetta kundi vera ein fyrimunur fyri valdystin hjá Trump og vera við til at styrkja favorittleiklutin hjá fyrrverandi forsetanum.

 

Jørn Brøndal, leiðari á Center for Amerikanske Studier við Syddansk Universitet, og professari í amerikonskum viðurskiftum, segði við avísina Information dagin eftir skottilburðin, at morðroyndir móti sitandi forsetum og forsetavalevnum vanliga elva til eina kreppu, ið “fyribils” styrkir samanhaldið í landinum, og styrkir fólkatokki hjá tí skotna.

 

– Kyniska analysan er, at hetta ikki eru góð tíðindi fyri Joe Biden, segði professarin tá.

 

Men síðani er nógv vatn runnið undir brúnna, og stórar rembingar hava vent valdystin á høvdið. Fyrst og fremst er sjálvandi tað søguliga hent, at sitandi forsetin, Joe Biden, hevur tikið seg úr valdystinum. Kamala Harris hevur eisini eftir stuttari tíð megnað at savna Demokratiska flokkin, og hon hevur sprænt lív og vón inn aftur í valdystin. Demokratiskir veljarar tykjast eisini hava funnið neistan aftur.

 

Og nú vísa tveir ‘opionion poll aggregators’, sum eru tænastur, ið telja veljarakanningar saman – ávíkavist tann hjá TheHill og RealClearPolitics – at Kamala Harris hevur tikið seg fram um Trump.

 

Sambært The Hill, so vísa veljarakanningar í miðal, at um val var í dag, so hevði Harris fingið 47,8% av atkvøðunum og Trump 46,4% av atkvøðunum – ein lítil fyrimunur á 1,4% til Harris.

 

##med2##

 

Sambært RealClearPolitics er Harris 0,4% frammanfyri Trump, og hevði fingið 47,5% av atkvøðunum, meðan Trump hevði fingið 47,1%. Tá Joe Biden enn var forsetavalevnið hjá demokratunum, so stóð hann seg munandi verri. 4. juli í ár vóru 3,1% á muni millum Biden (44,0%) og Trump (47,1%), men seinastu seks vikurnar er tann munurin altso horvin, og nú eru tað demokratarnir, sum hava fyrimun.

 

##med3##

 

Tað er tó umráðandi at undirstrika, at forsetin í USA ikki verður valdur beinleiðis av amerikanska fólkinum. Forsetin verður valdur av valmonnunum, sum hvør statur velur – ella tillutar forsetavalevnunum. Teir flestur statirnir hava eina "winner takes all"-valskipan, sum merkir, at valevnið, sum fær flestar atkvøður, fær tillutað allar valmennirnar í sín part. 

 

Tað snýr seg við øðrum orðum ikki um at fáa flestar atkvøður í øllum landinum, men heldur um at vinna teir einstøku statirnar og sostatt fáa flestar valmenn.

 

Sambært Cook Political Report, sum ger greiningar av amerikonskum politikki, eru seks statir, ið eru sokallaðir sveigstatir. Í hesum statunum er so tætt millum valevnini, at valið fyri tað kundi verið avgjørt við at sláa platt ella krónu – 'toss up', sum tað eitur hjá Cook. Talan er um Arizona, Georgia, Michigan, Nevada, Pennsylvania og Wisconsin. Hesir statirnir burturluta tilsamans 77 valmenn og vera tí púra avgerandi fyri, hvør verður komandi forseti í USA. Tað skulu 270 valmenn til at vinna eitt forsetaval í USA.

 

##med4##

 

##med5##

 

Sambært RealClearPolitics, ið rópar sveigstatirnar fyri 'battleground states' (og sum eisini roknar North Carolina sum sveigstat) hevur Trump ein fyrimun í fimm út av sjey statum.

 

##med6##

 

Sambært samanteljingini hjá The Hill er tað tó Kamala Harris sum er fremri í Pennsylvania. Josh Shapiro, ið er demokratiskur guvernørur í Pennsylvania var tætt við at gerast varaforsetavalevni hjá Kamalu Harris, men hon valdi at enda vælumtókta guvernørin úr Minnesota, Tim Walz. 

 

Við øðrum orðum er valdysturin framvegis víðopin, og lítli fyrimunurin hjá Harris kann snýta, tí í roynd og veru hevur Trump framvegis fyrimun í teimum avgerandi sveigstatunum, sum helst fara at gera av, hvør verður forseti tá Joe Biden leggur frá í januar næsta ár. 

 

Forsetaval verður tann 5. november. Um góðar tvær vikur, 4. september, verður fyrsta sjónvarpskjakið millum Donald Trump og Kamalu Harris.