Kann blíva ein styrki

- Nýggir kustar sópa væl og eg vænti ikki, at tað fer at gera samgonguna veikari, at vit fáa nýggj landsstýrisfólk hetta síðsta árið í valskeiðnum. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, Løgmaður, um avgerðina hjá Jóannes Eidesgaard at leggja frá sær og um avgerðina, sum samstundis er tikin um at velja Aksel V. Johannesen til nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum og ístaðin lata John Johannessen taka við sum landstýrismann í heilsumálum.

- Tvørtur kann væl vísa seg at verða seg ein styrki hjá samgonguni, leggur hann afturat

Sum tað sæst í grein á Portalinum fríggjakvøldið, heldur løgmaður, at tað er eitt megnar avrik, sum liggur eftir Jóannes Eidesgaard í fíggjarmálaráðnum, nú hann leggur frá sær.

- Tað er ongin ivi um, at Aksel V. Johannesen fær ein tungan arv at lyfta.

Men hinvegin staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen eisini, at gamalt er, at maður kemur í mans stað og tí hevur hann góðar vónir.

Aksel V. Johannesen skiftir sess og setir seg í fíggjarmálaráðið og afturfyri fáa vit ein spildurnýggjan landsstýrismann í heilsumálum.

- Eg vænti, at teir báðir fara at leggja eitt øgiligt arbeiði í tað álitisstarv, teir hava fingið og tað er onki at ivast í, at teir fara at sópa øðrvísi enn undanmenninir.

- Tað er altíð gott at fáa frískt blóð, leggur hann afturat.

Tí kann væl henda, at tað fer at vísa seg, at samgongan kemur styrkt burtur úr hesum, hóast megnar avrikið hjá Eidesgaard, heldur Løgmaður.

Hann heldur, at størsti varðin, ið stendur eftir Jóannes Eidesgaard í Politikki, er nýskipanin á pensjónsøkinum, sum nú klár at leggja fyri tingið.

- Tað er kanska tann størsta bygnaðarbroytingin í Føroya Søgu og tað arbeiðið hevur Jóannes Eidesgaard samskipa og staðið á odda fyri.