Ein føroyskur ferðabólkur hevur í hesum døgum vitjað í Geopark Det Sydfynske Øhav í Danmark fyri at fáa íblástur og vitan til arbeiðið við at kanna møguleikarnar fyri at menna eina geopark í Suðuroy.
Í ferðalagnum vóru borgarstjórar úr Suðuroynni umframt umboð fyri SALT, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, føroysku UNESCO-nevndina og Visit Faroe Islands. Endamálið við vitjanini er at læra av royndunum hjá einari staðfestari UNESCO Global Geopark og fáa innlit í, hvussu náttúru-, jarðfrøðilig og mentanarlig virði kunnu skipast og mennast í samstarvi við lokalsamfeløg, myndugleikar og vinnulív.
Dagurin byrjaði við vitjan á skrivstovuni hjá Geopark Det Sydfynske Øhav í Svendborg, har luttakararnir fingu kunning um arbeiðið hjá geoparkini. Kewin Friis Kamelarczyk og Søren Lisby, verkætlanarleiðarar, greiddu frá menningini av geoparkini, samstarvinum millum kommunur og lokalar aktørar, og hvussu arbeiðið við UNESCO-støðuni hevur verið skipað.
Síðani gekk leiðin til Egebjerg Mølle, sum er eitt av vitjanarstøðunum hjá geoparkini. Har fingu luttakararnir innlit í, hvussu náttúru- og mentanararvur verður miðlaður til bæði borgarar og vitjandi.
Í Svanninge Bakker møtti føroyski bólkurin Hans Stavnsager, formanninum í stýrinum fyri geoparkina, Heidi Juul Madsen, sum er forkvinna fyri programleiðsluna, og Rasmus Elmquist Casper, Geoparkstjóri. Her varð greitt frá strategiska arbeiðinum handan geoparkina og týdninginum av lokalari undirtøku og samstarvi fyri at skapa eina lívfrøðiliga, mentanarliga og búskaparliga burðardygga menning.
Eftir miðmála varð vitjað á Øhavsmuseet í Faaborg, sum eisini virkar sum vitjanarmiðstøð hjá geoparkini. Her sóu luttakararnir, hvussu søgur um jarðfrøði, landslag, náttúru og menniskju verða savnaðar og miðlaðar á ein livandi og atkomuligan hátt.
Vitjanin í Geopark Det Sydfynske Øhav er ein týðandi partur av arbeiðinum við at kanna møguleikarnar fyri at menna eina geopark í Suðuroy. Geopark-hugsjónin byggir á at sameina verju av náttúru- og mentanarvirðum við útbúgving, gransking og burðardygga menning til gagns fyri lokalsamfeløgini og fyri menningini av eini burðardyggari ferðavinnu í oynni.
Hetta skrivar vagur.fo, og har er meira at lesa um evnið..










