Kanningar á Glyvursnesi halda fram

Veðurkanningar á Glyvursnesi í 22 mánaðir hava víst, at tað hevur verið óvanliga nógv eysturætt í Havn hesa tíðina. Nú skulu fleiri kanningar gerast.Hetta eru alt ein partur av undankanningum í sambandi við flogvøll á Glyvursnesi

Tórshavnar Býráð hevur ikki slept dreyminum um ein flogvøll á Glyvursnesi.

Tvørturímóti hevur fíggjarnevndin hjá Býráðnum júst samtykt at gera enn fleiri kanningar, sum síðani skulu verða grundarlagið undir einum komandi flogvølli á Glyvursnesi

Nú í langa tí eru veðurkanningar gjørdar á Glyvursnesi at vita, hvussu veðurlagið er har úti. Kanningar eru longu gjørdar í 22 mánaðir og ætlandi skuldi tær verið lidnar nú í vár.

Men Rambøll, sum er flogvallarráðgevari hjá Tórshavnar Kommunu, og danska veðurstovan, hava mælt til, at veðurkanningar halda fram til 1. september næsta ár.

Leivur Hansen, býráðsformaður sigur, at orsøkin til hetta er, at úrslitið av kanningunum, sum eru gjørdar, vísir, at veðurlagið á Glyvursnesi hevur verið óvanligt í kanningarskeiðnum

Hesar 22 mánaðirnar, kanningarnar hava verið, hevur tað nevniliga verið óvanliga nógv eysturættt á Glyvursnesi. Hetta sæst, tá ið kanningarúrslitið verður samanborið við tær veðurmátingar, sum Veðurstøðin í Havn hevur gjørt seinastu 30 árini.

Leivur Hansen sigur, at bæði Danmarks Meteorologisk Institutt mæla tí til at halda fram við kanningunum fram til 1. september 2001 fyri at fáa eina tryggari kanning.

? Spurningurin er nevniliga, um tað er av berari tilvild, at tað hevur verið so nógv eysturætt í Havnini hesar 22 mánaðirnar, kanningarnar hava verið, ella um hetta er úrslitið av eini varandi veðurlagsbroyting

Leivur Hansen vil ikki siga so nógv um úrslitið av kanningunum, sum eru gjørdar av tí, at veðurlagið hevur verið so óvanligt.

Tó sigur hann í stuttum, at afturímóti flogvøllinum í Vágum, vísa kanningarnar á Glyvursnesi, at ta eru bæði fyrimunir og vansar við veðrinum har.

Býráðsformaðurin leggur tó dent á, at ein altjóða flogvøllur á Glyvursnesi er ein landsuppgáva og at endamálið við kanningunum er bara at gera tað grundleggjandi undanarbeiðið. Tosað hevur eisini verið um at gera ein tyrlupall og eitt stuttan flogvøll á Glyvursnesi, men hetta er heldur ikki nakað, sum hetta býráðið fer at taka støðu til.

? Tað fer at standa til komandi býráð at gera av, sigur Leivur Hansen.nskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.

Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.


Stórar broytingar

Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.

Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.

Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.

Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.

? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.


Hugnalig samvera

Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.

? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.

Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!

Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.

Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.

Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking