Kappast í dygd ikki prísi

H-DYGD hevur havt úr at gera síðani feðgarnir Jónberg og Johan á Mýruni saman við Poul Poulsen yvirtóku fyritøkuna fyri smáum tveimum árum síðani. Starvsfólkatalið er vaksið, maskinparkin útskift, og einki merkist til nakra kreppu hjá 40 ára gomlu fyritøkuni

H-DYGD er gamla Vatnsoyrar Snikkaravirki. Tað eru nú feðgarnir Jónberg og Johan á Mýruni, sum saman við versoni Jónberg, Poul Poulsen, eiga virkið, ið teir yvirtóku 20. september 2007.

Virkið byrjaði fyri smáum 40 árum síðani, og tað var Hans Elmar Poulsen, sum setti tað á stovn.

- Pápi mín var við frá byrjan og starvaðist sum leiðari fyrstu tíðina, so hann hevur verið við fyrr. Eg og Poul vóru púra nýggir, tá vit yvirtóku virkið í 2007, sigur Johan á Mýruni, sum er sølustjóri í fyritøkuni.

Men hóast tað, so tóku teir ikki langa tíð at hugsa seg um, tá tað stóð teimum í boði at yvirtaka H-DYGD.

- Vit kendu jú fyritøkuna. Talan er um eina gamla og roynda og ikki minst væl rikna fyritøku, so tað tók okkum ikki langa tíð at taka av, tá hon stóð okkum í boði, sigur Johan á Mýruni.

Vatnsoyrar Snikkaravirki og seinni H-DYGD hevur øll árini fingist við at framleiða dygdar vindeygu serliga ætlað til tann føroyska marknaðin við tí serliga harðbalna føroyska veðurlagnum.

- Vit gera vindeygu úr timbri, úr træ-alu og úr plasti. Og so gera vit nakað av úthurðum eisini, sigur Johan á Mýruni.

Felagið hevur tvey virkir, eitt á Vatnsoyrum og eitt í Miðvági.

- Her á Vatnsoyrum gera vit timburvindeyguni, meðan plastframleiðslan fer fram í Miðvági. Umsitingin heldur so eisini til á Vatnsoyrum, sigur Johan á Mýruni.

 

Effektiviserað

Virkini bæði hava nóg mikið at gera.

- Ja, vit hava úr at gera. Vit framleiða einar 7000-8000 eindir um árið, og tað er fyrst og fremst til føroyska marknaðin. Vit eru 30 fólk í starvi, og tað er nóg mikið at gera fyri hvørja hond, sigur Johan á Mýruni.

Men tað er ein serlig avbjóðing at framleiða hurðar og vindeygu til tað føroyska veðurlagið, sum er munandi harðbalari enn veðrið í londunum rundan um okkum.

- Ja, tað er tað, sum fyritøkan er kend fyri. At menna vindeygu og hurðar til serliga føroyska veðurlagið er ein avbjóðing, og okkara framleiðslur hava eina trygd upp á tíggju ár. Og livitíðin skuldi gjarna verið 30 ár, so tað skal nakað serligt til. Og tað er jú ein stór íløga, tá farið verður undir at skifta vindeygu, sigur Johan á Mýruni.

Eftir at feðgarnir saman við Poul Poulsen hava yvirtikið H-DYGD, hava teir eisini moderniserað »maskinparkina«.

- Ja, tað hava vit gjørt her á Vatnsoyrum í timburframleiðsluni. Her hava vit skift alla maskinparkina út og fingið eitt spildurnýtt flow í, og effektiviserað arbeiðsgongdina munandi, so tað er næstan talan um eina heilt nýggja fyritøku, sigur Johan á Mýruni.

Serliga tann eina maskinan er ógvuliga framkomin, og hevur loyst av sjey aðrar maskinur, sum virkið hevði framman undan.

- Ja, hon er rættiliga framkomin, er tað nýggjasta nýggja á marknaðinum og hon klárar so at siga alt, sigur Johan á Mýruni.

Hetta merkir kortini ikki, at virkið hevur minkað um starvsfólkatalið.

- Og tað er heldur ikki málið í sjálvum sær. Vit hava havt so mikið nógv at gera, at tað upp á sín vís er gingið út yvir leveringstíðina. Men nú eru vit nógv fleksiblari og effektivari, og klára at koyra meiri ígjøgnum upp á somu tíð. So málið er at framleiða okkum burtur úr tí, sigur Johan á Mýruni.

 

Øktur kapasitetur

Sum hjá so mongum øðrum fyritøkum er eisini galdandi hjá H-DYGD, at eingin ordri er ov stórur og eingin er ov lítil.

- Vit hava latið til bæði skúlar og høsnahús, til privatkundar og til timburmeistarar og timburhandlar, so tað umfatar alt, og vit levera eisini kring alt landið, sigur Johan á Mýruni.

Framleiðslan hjá fyritøkuni er fyrst og fremst til føroyska marknaðin, og útflutningur er bert ein viðfáningur.

- Vit hava ikki reiðiliga havt fortreytirnar fyri at flyta út. Kapasiteturin hevur ikki verið nóg stórur. Føroyski marknaðurin liggur sjálvandi fremst, tað er har, vit hava spesialiserað okkum. Men sjálvandi, nú hava vit ein øktan kapasitet, so nú høvdu vit sjálvandi ikki sagt nei, um fyrispurningar komu uttanlands frá. So tað er kanska nakað, vit fara at hyggja upp á, men fyribils konsentrera vit okkum um føroyska marknaðin, sigur Johan á Mýruni.

H-DYGD framleiðir vindeygu í 10 sentimetra intervallum í stødd, men fyri tað kunnu kundarnir fáa júst ta støddina, teir vilja hava.

- Ja, upp á millimeturin, so tað er bara hugflogið, sum setur markið, sigur Johan á Mýruni.

 

Fleiri fólk í starvi

Royndirnar hjá H-DYGD vísa, at áhugin fyri timburvindeygum og plastvindeygum er nøkurlunda líka stórur.

- Tað er nøkurlunda helvt um helvt. Tað nýggjasta er træ-alu, sum er eitt timburvindeyga við aluminium uttan, sum ger tað viðvíkahaldsfrítt uttan, og tað vindur seg nógv fram, men framvegis man tað vera helvt um helvt, sigur Johan á Mýruni.

Tá tað kemur til termorútar eru fleiri sløg at velja ímillum.

Tað, sum vit fyrst og fremst framleiða, verður kallað super-lágorku rútar, og tað er standard hjá okkum. Tað er ein tvey-lag termorútur, og vit koma at framleiða tey við hitakanti sum standard nú frá juni mánaði. Tað merkir, at tann aluminiumskanturin, sum hevur verið rundan um vindeygað, nú verður skiftur út við plastikk, sum ikki leiðir kulda í mun til aluminium, sigur Johan á Mýruni.

Hetta skuldi merkt enn betri hitavarðveitandi vindeygu, og tað skuldi so helst sæst aftur á oljurokningini – og tað uttan at dýrka vindeygað.

Sum nevnt hava teir havt úr at gera á H-DYGD síðani feðgarnir Jónberg og Johan saman við Poul Poulsen yvirtóku virkið fyri smáum tveimum árum síðani. Og teir hava als einki merkt til ta alheims fíggjarkreppu, sum annars herjar í hesum døgum.

- Nei, tíbetur, ikki enn í hvussu er. Fyri einum ári síðani vóru vit 28 fólk í fyritøkuni, og í dag eru vit 30. Tað eru 30 góð fólk, sum ætla okkum at halda upp á, sigur Johan á Mýruni.

 

Ljós framtíð

Arbeiðsgongdin hjá H-DYGD liggur í føstum kørmum.

- Vit fáa timburið úr Noregi og komin inn á goymsluna verða stykkini gjørd hvør sær júst so, sum kundin ynskir tað. Síðani verður vindeygað samlað, og ynskir kundin, at tað verður málað, gera vit eisini tað í tí liti, hann ynskir. Hetta verður gjørt, áðrenn nakað annað er sett á, so málingin kemur í hvønn krók. Síðani verða besløg og annað sett á, og at enda verða listar og glas sett í, sigur Johan á Mýruni.

Fyritøkan hevur út við 40 ár á baki, og er tí rættiliga væl inn arbeidd á marknaðinum, men kortini er tað so, at kapping finst, bæði í Føroyum og uttanlands frá.

- Tað eru fleiri framleiðarar. Aluplast í Gøtu og Føroya Alu í Havn, og hartil koma fleiri smærri snikkaravirkir runt um í landinum. Men tað er pláss fyri øllum, og stóra kappingin kemur uttanlands frá, tí tað verður nógv innflutt. Kapping er sunn, verður sagt, og verður hon nýtt rætt er tað bara gott, tað heldur okkum í fremstu røð eisini, sigur Johan á Mýruni.

H-DYGD hevur lagt seg eftir at framleiða góðsku, og tað er á tí økinum, at teir kappast, ikki í prísi.

- Nei, vit framleiða ikki tey bíligastu vindeyguni. Keypir tú eitt vindeyga frá okkum, so fært tú eitt vindeyga, sum hevur eina góðsku, sum hevur eina livitíð og sum er turt og tætt, sigur Johan á Mýruni.

Virkið hevur úr at gera sum er, og tað fær eisini eigararnar at síggja bjart upp á framtíðina.

- Tað hoyrist nógv um kreppu og tað frættist um virkir, sum fara av knóranum, men har kunnu vit tíbetur ikki tosa við. Vit hava nógv at gera og tað sær rættiliga bjart út frameftir eisini, sigur Johan á Mýruni, sølustjóri á H-DYGD.