Kappróðrarbátar betri umstøður í Klaksvík

Norðoyastevnan verður 75 ár í ár og í Klaksvík eru tey farin í gongd við at fyrireika ársins fyrstu summarstevnu. Kappróðrarbátarnir í Klaksvík hava fingið nýggja atløgubryggju. Tveir stabbar eru stoyptir eina bátalongd beint við dráttin niðanfyri kappróðrarneystið. Síðani eru timburstokkar lagdir ímillum stabbarnar og fjalar omaná, so her er ein hóskandi brúgv at leggja at. Nú er munin lagaligari at koma umborð á bátarnar.

 

Úr Klaksvík siga tey eisini at Í næstum verður eisini ein brúgv gjørd yvirum Ósánna, so tað høgligari slepst yvir á ífylluna á Sandinum. Her verður eisini fríðkað um við millum annað parkljósum. Eisini Heimavirkið, sum liggur í grannalagnum hevur fyri stuttum fingið munandi ábøtur.

 

Norðoyarstevnan í ár verður 4. og 5. juni.