Kári P 75 ár í dag

Í dag fyllir Kári Leivsson 75 ár.

Kendur er hann undir navninum Kári P(etersen).

Kári P er ein av stóru troubardurunum í Føroyum, og síðani síðst í sekstiárunum hevur hann sungið seg inn í føroysku fólkasálina, og sangir hansara eru fólkaogn.

Fyrst var tað í samstarvinum við Per Debess, Debess & Petersen, at útgávuvirksemið byrjaði. Undir egnum nanvi eru tvær útgávur komnar. Vælferðarvísur síðst í sjeytiárunum og Hinumegin Ringvegin í 1991.

Hóast útgávuvirksemið kanska ikki tykist rúgusmikið, so eru útgávurnar merktar av dygd og standa millum størstu varðarnar í føroyskari tónleikasøgu.

 

Kringvarpið fagnar Kára P í Góðan Morgun Føroyar sendingini í morgun.