Karin er av Toftum og verður av bygdafólkunum oftast kalla Karin Dahl.
Karin var við á fyrsta holdinum sum tók preleminereksamiu á Glyvrum, og fór síðani til Danmarkar at nema sær kunnleika um mál, og tók prógv sum korrespodentur á Svendborg Handilsskole í 1967 í týskum og enskum, har afturat næm hon sær kunnleika um maskinskriving og stenografi, hesi bæði seinnu fakini eru helst ikki til longur.
Eftir lokna skúlagongd arbeiddi Karin sum tímalærari við Runavíkar kommunuskúla í 25 ár.
Tá íð Bygdasavnið FORNI á Glyvrum varð stovna, var Karin ein av teimum sum var við, og hevur saman við Mariu Jacobsen á Langanesi, sum formanni, sett savni upp og umsiti tað. Tær hava eisini givið blaðið Keraldi út.
Fyri uml. 2 árum síðani, vendi Bygdasavni á Toftum sær til Karina, við fyrispurningi um hon vildi arbeiða sum samskipari av virkseminum hjá Bygdasavniunum, og tað játtaði Karin.
Vit, maður, børn og ommubørn, vilja takka tær fyri alt tú ert fyri okkum, og ynskja tær tillukku við degnum, og alt gott í framtíðini.
Tey, sum hava hug at heilsa uppá Karin, kunnu koma í Kvinnufelagshúsið á Glyvrum leygardagin 20. august frá kl. 19.00.