Karl Løkin: Hatta var ikki nakað fyri meg

Karl Løkin angrar ikki, at hann tíðliga valdi at stinga í sekkin, og lata verða við at undirskriva ein sáttmála við Vìking Òlafsvík í tí fremstu fótbóltsdeildini.

 

Umstøðurnar á vøllinum, og uttanfyri vøllinum vóru alt annað, enn tað, sum hann hevði fyristillað sær, tí valdi hann at gera skjótt av og vendi nøsina heimaftur.

 

Karl Løkin sigur, at hann fær ikki tørna út fyri nakað felag tær fyrstu vikurnar, men hann fer at halda seg í venjing, og fer at miða eftir at koma á eitt lið í Danmark, tá danska kappingarárið byrjar aftur seint í summar.

 

Ì seinnapartssendingini hjá Rás2 í dag greiddi Karl Løkin frá hví íslandsævintýrið gjørdist so stutt á hesum sinni.

 

Tað ber til at hoyra samrøðuna í ljóðbrotinum undir greinini.