Tvey av føroyingaliðunum í bestu hondbóltsdeildini í Svøríki vóru í leiki í kvøld.
Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eru sterkir á heimavølli.
Í kvøld vann Karlskrona triðja heimasigurin á rað. Tróndur og liðfelagarnir vunnu 34-28 (14-12) á OV Helsingborg.
Tróndur var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Karlskrona.
Karlskrona er nummar trý í deildini við seks stigum fyri fimm dystir.
Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu dyst á útivølli móti oddaliðnum, Malmö.
Malmö livdi upp til favorittleiklutin og vann dystin 37-32. Tað gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Malmö frammanfyri við átta málum, 24-16. Í seinna hálvleiki var bøtt nakað um støðuna.
Ísak skoraði tvey mál.
Sävehof er fjórðaftast í deildini við trimum stigum fyri fimm dystir.