Karsten Hansen: ? Semingsmenn kunnu senda semingsuppskot til uratkvøðu

? Semingsuppskotið var tað longsta, vit kundu strekkja okkum - havandi búskaparstøðuna í huga, sigur Karsten Hansen, sum eisini vísir á, at semingsmenninir - uttan ávirkan Starvsmannafelagsins - kunnu senda semingsuppskotið til uratkvøðu

Nú Fíggjarmálastýrið góðtók semingsuppskotið, veit Karsten Hansen ikki rættuliga, hvat fer at henda.


? Vit halda, at vit hava góðtikið eina góða avtalu, segði hann við Sosialin á Hotel Föroyum í gjár.


? Hetta er tað, vit kunnu strekkja okkum til, og hetta er tað, sum er ráðiligt, havandi búskapin hjá okkum í huga. Øll eru taparar - eisini tey, sum eru í verkfalli, segði Karsten Hansen.


? Men hvussu leingi kann Karsten Hansen liva við hesi støðuni, og ætlar hann sær í tingið við málinum, verður tað ikki loyst skjótast?


? Nei, har eru greiðar reglur millum arbeiðsgevararpartin og arbeiðstakarapartin um, hvussu farast skal fram - so eg havi einki boð upp á, hvat annars skal henda.


Karsten Hansen sigur annars, at hetta semingsuppskotið er meira enn hvat gott er fyri búskapin í Føroyum.


? Vit hava júst verið í eini djúpari búskaparkreppu og eru nú við at fóta okkum aftur - og ein lønarvøkstur upp á 6,5% er ikki so lítið.


Landsstýrismaðurin sigur víðari, at um partarnir ikki koma til sættis, so hava semingsmenninir møguleika at senda semingsuppskotið til uratkvøðu millum limir Starvsmannafelagsins - uttan at nevndin hevur ávirkan á hetta.


Karten Hansen er lítið fyri at tosa um at fara í tingið og gera semingsuppskotið til lóg. Man hann vísir á, at slíkt er hent fyrr, og at tingið eisini hevur lækkað lønir.


Upp á fyrispurnigin um, hvørt nógv hækkaðu tingmannalønirnar hava ávirkað samráðingarnar negativt, sigur Karsten Hansen, at tað eru fólk úr øllum flokkum, sum hava tikið hasa støðuna í tinginum, og at hana respekterar hann.


? Men heldur tú ikki, at hettar irriterar limir Starvsmannafelagsins?


? Jú, jú. Tað ger tað sjálvandi. Men tað ber ikki til at geva øllum, um tað ber til at geva nøkrum. Grundgevingarnar hjá tinginum eru nakrar aðrar, sum einki beinleiðis hava við hetta málið at gera, hóast eg ikki skal forsvara lønarhækkingina hjá tingmonnum, segði Karsten Hansen við Sosialin.


Saman við fíggjarmálaráðharranum á Hotel Føroyum í gjár vóru m. a. hægstu embætismenn í Fíggjarmálastýrinum. Vit kunnu bert gita, um Karsten Hansen ráðførir seg við alt landsstýrið.


Men vit kunnu staðfesta, at partamaður hansara, Høgni Hoydal, var einasti politikari, sum var at síggja í sambandi við samráðingarnar.