Tað er fyrst og fremst breiddin tvs. luttakaraskarin, ið er grundarlagið undir ítróttarvirkseminum. Men tað eru einstøku úrslitini, sum kveikja og geva íblástur. Hetta hevur nú farna vikuskiftið prógvað.
Fyrrverandi heimsmeistarin Garry Kasparov kom til Føroya fríggjadagin. Telvaði á Norðoyarstevnu móti 25 føroyingum í senn. Vann á teimum 24 men tapti heldur óvæntað móti unglingameistaranum úr Kollafirði. Sunnudagin leikti hann móti landsliðnum fyri einum fullum Norðurlandahúsi. Vann fýra av talvunum, tvey endaðu javnt. Ikki kann sigast annað enn, at okkara telvarar her sýndu gott spæl. Í Norðurlandahúsinum var annars hátíðardámur. Vælmannað kór í føroyskum búna gjørdi løtuna kensluborna, ikki minst tá sungið varð á móðurmáli Kasparov. Mentamálaráðharrin helt mergjaða røðu, har hann samanbar talv við list. Samanumtikið væl fyriskipað. Ongin ivi er heldur um, at talvungdómar í Føroyum, sum vóru saman við Kasparov sunnumorgunin, hava fingið gott í beinið og íblástur.
Hin stóra ítróttarliga hendingin fór fram í Keypmannahavn, har ?liðið hjá Toda? gjørdist danskur meistari. Hóast føroyska stórtalentið Todi Jónsson ikki spældi við avgerandi dystin vegna skaða, eigur hann stóran part av heiðurinum fyri, at FCK gjørdist meistari. Gullbein hansara eiga flestu málini hjá liðnum. Við hesum sigri sleppur Todi skjótt at royna seg í europeisku kappingunum, og kann tað verða tað ?gjøgnumbrotið?, sum bóltsnillingurin úr Klaksvík og vit øll hava bíðað eftir. Eingin ivi er um, at boð verða eftir Toda, tá hann sleppur at vísa kynstur og evni síni á leikvøllum í Europa. Hann hoyrir heima á bestu liðum í Europa. Nú er tað bara tíðin, sum skal arbeiða fyri honum. Og við altjóða royndum fara vit helst at síggja Toda aftur á landsliðnum. Tí er DM-heitið hjá Toda eisini eitt slag av marknaðarføring og byrjan til eitt betri føroyskt landslið í framtíðini.
Sum rossinan í pylsuendanum tók nýggja liðið í 1. deild EB/Streymur øll á bóli, tá tað vann á KÍ á Norðoyarstevnu. Eisini tað er ein stórhending í ítróttinum hetta vikuskiftið, og uttan iva nakað, sum fløvar í heimliga umhvørvinumí Eysturoynni. Hetta úrslit vísir bara, at tað grør um gangandi fót í fótbólti og stórbýarliðini skulu als ikki kenna seg ov trygg. Við hesum tillukku til Kasparov, Toda og EB/Streym.
Sosialurin