Kekkia hevur eina stóra favorittstøðu á Tórsvølli

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Kekkia

Seinnapartin klokkan 17 byrjar HM-undankappingardysturin á Tórsvølli í bólki L millum Føroyar og Kekkia.

 

Kroatia og Kekkia eru fremst í bólkinum við 13 stigum hvør. Føroyar hava níggju stig, Montenegro hevur seks stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.

 

Kekkia hevur í átta undanfarnum dystum vunnið á Føroyum hvørja ferð. Seinast var tó talan um ein tepran 2-1 sigur, har Gunnar Vatnhamar skoraði einasta málið Føroyar hava skotið móti Kekkia.

 

Kekkia hevur hóast føroyska 4-0 stórsigurin á Montenegro eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 7,40 og 9,05.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,33 og 4,75.

 

Oddsini upp á kekkiskan útisigur liggja millum 1,37 og 1,44.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##