Hetta skrivaði hann í einum uppslagi á sosiala miðlinum X í dag.
– Í ófriðarligum tíðum er tað týdningarmiklari enn nakrantíð at velja stabilitet og roynda leiðslu, skrivar kekkiski forsætisráðharrin.
Andrej Babis hevur eisini áður víst sín stuðul til Viktor Orbán, sum síðani 2010 hevur verið forsætisráðharri í Ungarn fyri tjóðskaparliga konservativa flokkin Fidesz.
Forsætisráðharrin kann tó vera í vanda fyri at missa valdið, tá val verður til ungarska tjóðartingið í morgin.
Í fleiri meiningakanningum er sannlíkt, at andstøðuflokkurin Tisza við Péter Magyar á odda fer at vinna valdið.
/Ritzau/











