Kendasti klovnurin í Danmark til Føroyar

Mánadagin komandi kemur kendasti klovnurin í Danmark, Pjerrot, til Føroyar.

Pjerrot er kendur av Bakkanum, norðan fyri Keypmannahavn, og hevur Pjerrot verið har í útvið 200 ár.
Tað eru teir báðir føroysku klovnarnir, Fjotti & Bobo, ið hava bjóðað Pjerrot hendan vegin, og steðgar hann her í fýra dagar. Hesar dagarnar skal hann hava sýningar í Klaksvík, Glyvrum og Havn, umframt at hann eisini fer at undirvísa føroyskum undirhaldarum.
Týsdagin verður hann á pallinum í SMS í Havn. Tvær sýningar verða seinnapartin. Týs kvøldið verður hann í Róðrarnestinum hjá NSÍ á Glyvrum. Mikudagin verður hann í Norðoya Sparikassa og hósdagin hevur hann skeið fyri føroyskum undirhaldarum.