Kendi danski íløgubankin, Saxo Bank, fer í næstum at skipa fyri íløguskeiðum í Tórshavn og í Klaksvík Saxo Bank varð stovnaður í 1992 og var í 2001 góðkendur til bankavirksemi í ES. Síðani er bankin vorðin tann skjótast vaksandi av sínum slagi innan on-line handil yvir alnótina.
Saxo Bank hevur høvuðsskrivstovu í Keypmannahavn og varð stovnaður av teimum báðum leiðandi stjórunum, Lars Christensen og Kim Fournais.
Saxo Bank hevur í løtuni fleiri enn 900 starvsfólk í 48 londum til at ráðgeva og á annan hátt at veita sínum viðskiftafólkum úr 115 londum ráðgeving.
Hóast meginparturin fyrigongur on-line verður stórur dentur lagdur á persónliga ráðgeving.
Handil hjá Saxo Bank gongur mest fyri seg á einum sera framkomnum handilspalli, Saxo Trader, ið er mentur á EDV-deildini hjá Saxo Bank. Hesin verður áhaldandi mentur og hevur vunnið fleiri altjóða viðurkenningar fyri sínar mongu møguleikar.
Saxo Bank er sum kunnugt ein íløgubanki og er tí ikki í kapping við føroyskar bankar um lánivirksemi. Í staðin hevur Saxo Bank tikið stig til samstarv við bankar kring allan heim um tillaging av handilspallum, so at teir kunnu bjóða on-line handils til síni viðskiftafólk.
Ætlanin við skeiðunum í Føroyum er at geva føroyingum við áhuga fyri íløgum, ókeypis atgongd til ein av heimsins mest framkomnu handilspallum fyri gjaldsoyra og virðisbrøvum. Á tann hátt ber til at vinna pening, bæði tá kursirnir hækka ella lækka.
Skeiðini, ið verða hildin í Tórshavn týsdagin tann 18. september kl. 17,00 og í Klaksvík hósdagin tann 20. september, somu tíð, eru ókeypis,
Til ber at tekna seg til skeiðini á www.business-line.fo,, har skráin eisini framgongur. Eisini ber til at melda seg til við at ringja 0045 3977 6232.