Fyri fyrstu ferð sigur terrorákærdi Anders Behring Breivik, at hann kennir seg trýstan av løgregluni undir avhoyring.
Tað skrivar norska heimasíðan vg.nett.
Løgreglan roynir at gera mínar meiningar og frágreiðingar lógleysar, sigur Anders Behring Breivik umvegis ein av verjum sínum, Tord Jordet.
Í gjár sat Breivik í eini tíggju tíma langari avhoyring, har hann fekk fleri konfronterandi spurningar. Breivik hevur skjótt verið avhoyrdur í 250 tímar.
- Breivik upplivdi tað, sum helst mest konfronterandi avhoyringin higartil í málinum. Hann heldur, at løgreglan trýstir hann í evnum, sum krevja betri fyrireiking, enn hann hevur fingið, sigur Tord Jordet við vg.nett.
Breivik varð millum annað spurdur um, hvat hann helt um konufólk, og hvat hann meinti við tá hann segði, at kvinnur vóru meira óstøðugar kensluliga í mun til menn.
- Hann var biðin um at undirbyggja sínar pástandir við faktuellum grundarlagi. Breivik heldur, at hetta krevur betri fyrireikingartíð, og at løgreglan tilvitað setur honum slíkar spurningar seint á kvøldi, so hann ikki fær høvi at koma við skilagóðum svarum, sigur Tord Jordet.
Anders Behring Breivik varð eisini spurdur um islam, og eisini her metir Breivik, at hann verður trýstur av løgregluni til at svara spurningum, sum krevja meiri fyrireiking.
- Hann skilir heldur ikki, hví løgreglan leggur so stóran dent á slíkar spurningar, so stutt undan rættarmálinum. Breivik heldur, at hetta bara kostar honum tíð, og tað gongur út yvir hansara fyrireikingar til sjálvt rættarmálið, sigur Tord Jordet.
Rættarmálið móti Anders Behring Breivik byrjar 16. apríl.