Ókeypis at koyra í Eysturoyatunlinum í fleiri dagar
Tað verður hátíðarhildið at Eysturoyartunnilin letur upp í ovurmorgin
Tað verður hátíðarhildið við lít, at Eysturoyartunnilin letur upp í ovurmorgin, leygardagin. Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin, og í hesum sambandi er avgjørt, at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin teir fyrstu 12 dagarnar, ella til nýggjárs.
Leygardagin verður eisini ókeypis at koyra ígjøgnum hinar báðar undirsjóvartunlarnar, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.