Ókeypis koyring gjøgnum bæði Norðoya- og Vágatunnilin í eina viku. Soleiðis hevur nevndin fyri Norðoyatunnilin valt at markera eina sera væl eydnaða verkætlan, tá Norðoyatunnilin letur upp síðst í hesum mánaðinum, segði Bergur í Garði, nevndarforðmaður á tíðindafundi í gjár.
Fólksligt íkast
Bergur í Garði vísti á, at í eini so stórari og kostnaðarmiklari verkætlanin sum hesi, slepst ikki undan, at trupulleikar stinga seg upp á vegnum.
- At arbeiðið kortini hevur gingið so fyrimyndarliga væl kemst av óvanliga góða viljanum hjá øllum pørtum, segði hann og legði afturat, at tað eisini hevði verið sera hugaligt at uppliva stóra áhugan hjá fólki fyri arbeiðinum við tunlinum. Tí hevur nevndin ynskt, at teirra íkast til hátíðarhaldið skuldi vera av einum fólksligum slag og koma so nógvum, sum til ber, til góðar.
Sostatt verðu tað ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin fyrstu vikuna, umframt at avtala er gjørd við nevndina fyri Vágatunnilin um, at koyringin eisini har verður ókeypis frá á midnátt kvøldið fyri og eina viku fram.
Symbolsk skrúðgonga
Umframt stóru tunnilsrenningina, sum verður nú sunnudagin, byrjar skráin fyri hátiðarhaldið annars so smátt 27. apríl við ymsum tiltøkum runt um í býnum. Sjálvur hátíðardagurin byrjar á ferjuleguni, tá Dúgvan leggur at á Klaksvík fyri seinastu ferð kl 13. Tikið verður ímóti við tónleiki, har Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla tunnilsmarchin Blast, ið er serliga gjørdur til hátíðarhaldið. Eisini fara Jacob Vestergaard, landsstýrismaður og Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni at halda røðu.
Tá Klaksvíkin soleiðis hevur sagt farvæl við farleiðina um Leirvíksfjørð, leggur ein symbolsk skrúðgonga við bilafylgi leiðina niðan til tunnismunnan. Út á seinnapartin verða farna og komandi tíðin umframt økini bundin saman, tá bilafylgið heldur fram við løgmanni á odda í gjøgnum tunnilin og niðan til bygdarhúsið í Leirvík, har leirvíkingar eisini gera okkurt serstakt burtúr degnum.
Hesa løtuna, frá tí Dúgvan leggur at fyri seinastu ferð til tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu kl 16.30, verður onki samband til Klaksvíkar. Dúgvan og Ternan hava tá lagt seg á Borðoyavík fyri á tann hátt at verða partur av stóra hátíðarhaldinum kring tunnilsmunnan og Klingrugarð. Umframt røður, tónleik og kórsang verður eisini boðið til kaffiborð og ein bita av ovurstóru tunnilskøkuni. Tá hesin parturin av hátíðarhaldinum er av, koyra bussar frá Klingrugarði til Leirvíkar við fólki, sum vilja fara eftir bilum á ferjuleguni.
Út á kvøldið verður hildið á við millum annað at handlarnir í býnum hava opið til langt út á kvøldið, ókeypis tunnilsdansi í KÍ høllini, midnáttar ljósshowi og fýrverki.
Stórur áhugi
Á tíðindafundinum í gjár fegnaðust fyrireikararnir um góða samstarvið, sum hevur merkt arbeiðið við at skipa hetta hátíðarhaldið, sum kanska er eitt tað størsta í Føroyum nakrantíð. Alt bendir eisini á, at áhugin millum fólk er sera stórur. Eitt nú hava út við 3000 fólk teknað seg til tunnilsrenningina, og væl yvir 1000 kubbar eru longu seldir. Eisini vita tey á Norðoya Kunningarstovu at siga, at nógv fólk hava bílagt sær summarhús í Norðoyggjum hátíðarvikuskiftið, umframt at Campingfelagið hevur bílagt sær pláss til einar 40 campingvognar á Tjaldingarplássinum úti í Grøv.