Tað leyp ikki so nógv av, men tað er ein veruleiki. KÍ hevur í kvøld tryggjað sær FM heitið í mansfótbólti, og tað er fýrverk yvir Dungasandi í Sørvági. Tað eru tvey umfør eftir av ársins landskapping. Um tvær vikur fáa tey í Klaksvík høvi at fagna FM vinnarunum, tá ið TB verður gestur, og í síðsta umfari, sum verður leygardagin um tríggjar vikur, fer meistaraliðið at spæla á útivølli ímóti NSÍ.
Úrslitið var 2-1 til KÍ eftir málleysan fyrra hálvleik.
07 Vestur spældi sum alt annað enn lið, ið hevur kós ímóti niðurflyting, og klaksvíkingar vóru noyddir at geva seg fult og heilt, áðrenn tað var greitt, at KÍ er meistari. Páll A. Klettskarð skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið eitt korter var eftir. Tað var eftir innlegg úr vinstru frá Árna Frederiksberg. Tíggju minuttir eftir, at hann hevði lagt KÍ á sigurskós, sá Páll A. Klettskarð fyri fyrstu ferð í sínum langa fótbóltslívið reyða kortið. Tað var eftir fríspark og eftir at hava sæð gult, at hann sá beinleiðis reytt kort.
Árni Frederiksberg var málskjútti, tá ið KÍ beinanvegin eftir steðgin legði seg á odda. Innleggið átti fyrrverandi 07 Vestur spælarin Filip Brattbakk, sum í dag var vongverji í vinstru.
07 Vestur vann seg ikki til so nógvar upplagdar málmøguleikar, men tað vóru fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, har Sebastian Linnet John í dag var millum stólparnar.
Og tíggju minuttir eftir 1-0 málið svaraði 07 Vestur aftur. KÍ misti á egnari hálvu í uppspælinum, og Mikkel Hyllegaard spældi bólin inn um KÍ verjuna, sum var á veg fram. Casper Gedsted Hansen sneiddi framvið málverjanum og trillaði bóltin í málið.
So roknaðu heimamenninir av álvara við møguleikanum, men sum so mangan fyrr í ár, so eydnaðist tað KÍ at skora sigursmáliåð
-Hesa seinastu tíðina hava øll liðini havt fimm í verjuni, og tá er tað øgiliga strevið at spæla seg til møguleikar. Tá er tað týdningarmikið at hava tol og orku, og tað høvdu vit, og vit eru ógvuliga fegnir um at hava tryggjað okkum FM heitið, sigur Árni Frederiksberg, sum í kvøld skoraði fyri 17. ferð. So nógv mál hevur hann ongantíð áður skorað í landskappingini. Tað var við Trónd Arge í Televarpinum, at Árni Frederiksberg segði hetta.
##med2##