Eftir at báðir norsku málverjarnir Markus og Jonatan valdu at fara aftur til Noregs, hevur KÍ leitað eftir øðrum leikara at loysa málmansuppgávuna saman við Ara H. Petersen.
Og nú er hann funnin, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
Nýggi málverjin eitur Mark Fabricius Jensen. Mark er dani, 27 ár og kemur úr Start IK í næstbestu norsku deildini.
- Við sínum royndum skal Mark styrkja og menna kappingina á málmansplássinum. Vit vita, at hann hevur professionella tilgongd til uppgávuna, serligar styrkir og fer við sínum eldhuga at rigga væl inn í støðugu menningina, sum skal flyta liðið enn longri fram í hesum kappingarárinum, sigur høvuðsvenjarin Haakon Lunov við heimasíðuna hjá KÍ.
Mark og KÍ hava gjørt sáttmála fyri inniverandi kappingarár, 2024.