Í kvøld spældu Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA frammanfyri 1.100 áskoðarum odda- og grannadyst ímóti Akureyri í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Akureyri vann dystin 24-20. Í steðginum var Akureyri á odda 11-8.
Áki Egilsnes sum undan dystinum í kvøld hevði skotið 55 mál fyri KA fekk tvey mál í dystinum í kvøld. Í dystinum fekk Áki eisini eina tveir minuttirs útvísing.
Sigurin merkir, at Akureyri er trý stig frammanfyri KA.
Komandi hóskvøld hevur KA heimadyst. Mótstøðuliðið verður Þróttur, sum er nummar fimm í deildini.
Støðan í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini:
1 | Akureyri | 13 | 11 | 1 | 1 | 353:274 | 23 |
2 | KA | 13 | 10 | 0 | 3 | 318:263 | 20 |
3 | HK | 13 | 9 | 0 | 4 | 373:329 | 18 |
4 | Haukar U | 13 | 8 | 1 | 4 | 346:293 | 17 |
5 | Þróttur | 13 | 7 | 2 | 4 | 341:299 | 16 |
6 | Valur U | 12 | 5 | 2 | 5 | 290:276 | 12 |
7 | ÍBV U | 12 | 4 | 1 | 7 | 307:342 | 9 |
8 | Stjarnan U | 12 | 4 | 0 | 8 | 282:325 | 8 |
9 | Mílan | 13 | 1 | 1 | 11 | 263:351 | 3 |
10 | Hvíti riddarinn | 12 | 0 | 0 | 12 | 274:395 | 0 |