Tveir ungir spælarar hjá KÍ hava undirskrivað sín fyrsta sáttmála við KÍ við felagið. Talan er um 18 ára gamla Símun Kalsø og 17 ára gamla Dávid B. Andreasen. Teir eru báðir uppvaksnir í felagnum og teir taka nú næsta stigið, og verða fastur partur av Betri hópinum, boðar heimasíðan hjá KÍ frá.
– Dávid B. Andreasen hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir á vøllinum og er uppskrivaður fyri 15 minuttir og eitt mál í Betri deildini. Símun Kalsø, sum er beiggi at fyrrverandi KÍ spælarunum Steffan og Sørmund Kalsø, hevur enn sínar fyrstu minuttir til góðar. Teir vera báðir við í hópinum, sum fer til Letlands týsmorgunin at spæla UEFA Conference League, skrivar ki.fo.
KÍ skal spæla móti RSF.