Áki til danskan hondbólt

Stórskjúttin veittrar farvæl við VÍF og skiftir til danskt felag.

Stórskjúttin hjá VÍF, Áki Egilsnes, flytur í næstum úr Vestmanna og VÍF til danskan hondbólt, har hann skal umboða TMS Ringsted. Tað veit Kringvarpið at siga í kvøld.


19 ára gamli Áki Egilsnes byrjar í felagnum 1. august. Hann hevur fingið ein tvey ára sáttmála.


- Teir hava hugt at mær í eina tíð, og vit hava samkift umvegis telefonina. Eg ivaðist ikki í at taka av, tá teir bjóðaðu mær sáttmála, sigur Áki Egilsnes við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.


TMS Ringsted var hetta kappingarárið um reppið at flyta upp í bestu deildina, og sambært Áka, so hevur felagið sett sær um mál at flyta upp næsta kappingarár.