Kia EV6 - elbilur við kollveltandi designi

Bilrøkt fær ein nýggjan elbil við flottum designi, sum koyrir langt upp á løðingina og er sera kvikur. Talan er um Kia EV6, sum er ein rættiliga spennandi bilur. 

 

 

 

Hóast Kia hevur fleiri elbilar í síni vøruskrá, er EV6 tann fyrsti, sum er gjørdur frá botni av sum elbilur. Hann er bygdur yvir ein nýggjan plattform, Electric-Global Modular Platform.

Designið er eisini heilt øðrvísi smart, har lyktirnar eru ein partur sjálvum designinum.

 

Kabinan er flott og gjørd úr lekrum tilfari. Har er rúmligt og gott beinpláss við øll fimm sitiplássini. Bilførarin situr væl við flottum digitalum instrumentborði framman fyri sær, har alt er einfalt og lætt at lesa av. Har eru tveir 12,3” skíggjar, har annar hevur eitt nú navigatión og bakkikamera. 

 

EV6 er sera lættur at koyra og lættur at koma runt við, bæði í býarkoyring og á landsvegnum. Eitt, sum eisini sermerkir EV6, er, at hann er væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini inn í bilinum.

Eins og flestu aðrir elbilar hevur hesin battaríið í botninum. Hetta er við til at geva bilinum góðar og stabilar koyrieginleikar.

Við stóra 77,4 kWh battaríinum koyrir EV6 510 kilometrar upp á eina løðing. Hann fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4-hjólsdrivin.

 

Kia EV6 kemur í fleiri ymiskum útgávum, har tann kvikasti koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,5 sekund.

 

##med2##

 

Kia EV6 er ein rættiliga stórur bilur, hann er 4, 68 metrar langur, 1, 88 metrar breiður og 1, 55 metrar høgur. Viðførisrúmið er 520 litrar, og við baksetrunum niðri er vørurúmið heilar 1300 litrar. Umframt at hann hevur eitt lítið rúm undir hjálminum framman. 

Sum allir aðrir Kia hevur EV6 sjálvandi eisini sjey ára garanti.

Tey, sum bíleggja ein Kia EV6 í 2021, fáa uppihald fyri tvey á Hotel Hilton við í keypinum.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Kabinan er flott og gjørd úr lekrum tilfari.