Toto sangarin Bobby Kimball og bólkur hansara komu til landið í gjárkvøldið. Í dag hevur sightseeing verið á skránni m.a. vóru teir í Nólsoy ein túr.
Ofta argar veðrið illa, tá stóru heimsnøvnini skulu til Føroyar, men í gjár og í dag, hevur føroyski veturin víst seg frá sínari blíðastu
síðu við lýggjum veðrið, og tí lendi Toto legendan og hansara svenski superbólkur uttan trupulleikar í Vágunum.
Góða veðrið ger sítt til, at útferðin í dag hevur verið serstakliga væleydna, teir hava vitjað í Nólsoy og í Kirkjubø og eru bergtiknir av
Føroyum.
Svenska gittar legendan Tommy Denander skrivar júst afturkomin á hotellið soleiðis á síni Facebook vangamynd:
"Faroe Islands is a truly beautiful place and I really wanna thank Rúni Djurhuus and the guys for a great sightseeing today!!! Tonight we will pay you back with a killer show!!!"
Hann hevur somuleiðis lagt frálíkar myndir frá túrinum út, tær kunnu síggjast her: www.facebook.com/tommy.denander
Teir koma júst úr Finlandi, har teir spældu eina sera væleydnaða konsert fyri stórari fjøld. Í kvøld stendur so Ítróttarhøllin á Hálsi fyri tørni, og Kimball sigur seg gleða seg til konsertina, har pallur og umstøður gera, at nærleikin og sambandi við áhoyrararnar er sera góð. Hetta er fyribils seinasta konsertin á hesari konsertferðini hjá Kimball, ein konsertferð har bólkurin spælir kendu hittløgini, ið Kimball sang hjá Toto, løg sum Rosanna, Hold The Line og Africa.