Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at innbrot hevur verið í kirkjuni í Norðskála, har ein tjóvur hevur stolið pengar úr bússuni.
Kirkjan í Norðskála stendur vanliga opin, so neyðugt var ikki hjá innbrotstjóvinum at bróta seg inn í kirkjuna, men tjóvurin hevur brotið sjálva bússuna fyri at fáa fatur á peninginum.
Løgreglan hevur ongan hóming av hvussu nógvur peningur er stolin, tí tað er ómøguligt at vita hvat fólk hava koyrt í hana.
Hóast tað er óvanligt, at fólk stjala úr eini kirkju, so er talan um seinnu ferð í hesi vikuni, at boða hevur verið frá um stuldur í kirkjum í Sundalagnum. Mikudagin fekk løgreglan nevniliga eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í kirkjuni í Tjørnuvík, har bússan eisini varð tømd.
Løgreglan heitir á fólk at siga frá, um tey hava sæð ella hoyrt nakað illgrunavert nærhendis kirkjuna, ella kenna nakað til málið.