Kjarval í Listaskálanum

Nú hava føroyingar høvi at njóta villu og ráu listina hjá slóðbrótandi, íslendska listamálaranum Kjarval á framsýning í Listaskálanum

Leygardagin lat upp framsýning í Listaskálanum við 25 verkum eftir íslendska listamálaran Johannes S. Kjarval.

Tað sigst, at við listini hjá listamálaranum, Johannes S. Kjarval (1885-1972), fingu íslendingar eina heilt nýggja fatan av síni náttúru og sínum landi.

Eins og føroyingar, vóru íslendingar leingi vanir við, at málningalist var bláur himmal og grønar eingir. Við málningunum hjá Kjarval vórðu teir hinvegin noyddir at góðtaka og síggja landið sum hart, øgiligt, stórsligið og vilt.

Eitt eyðkenni við listini hjá Kjarval er, at hann førir nærmyndina inn í íslendska list, har hann vísir á vakurleikan í tí ráa og lítið gestablíða.

Umframt slóðbrótandi náttúrumyndirnar, er Kjarval eisini kendur fyri sínar rannsakandi andlitsmyndir av fólkum, ið hava borið Ísland í meira enn túsund ár.

Framsýningin við Kjarval verkunum er úrslit av samstarvi um listarligt umbýti millum Listasavn Føroya og Listasafn Reykjavíkar, Kjarvalsstaðir.

Sama dag, sum framsýningini við Kjarval lat upp í Føroyum, lat upp framsýning á Kjarvalsstøðum í Íslandi við 49 verkum eftir Mikines.

Framsýningin í Listaskálanum verður at síggja fram til sunnudagin 2. mars.