Klæmint er aftur í hopla

5-0 heimasigur ímóti ÍF, sum longu í fyrra hálvleiki misti tveir lyklaspælarar, bar við sær, at toppskjúttin nú fer at nærkast teimum 200

Tað gekk soleiðis, sum tað kundi roknast við, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av ÍF.

Petur Knudsen var sera væl upplagdur, og hann legði upp til fleiri av málunum, sum Klæmint A. Olsen skoraði. Toppskjúttin skoraði trý mál og nú fer metmaðurin at nærkast teimum 200. Hann hevur skorað 192 mál í landskappingini.

Hetta var ikki dagurin hjá ÍF. Undan dystarbyrjan vóru lyklaspælararnir Jens Joensen og Karl Løkin uttanfyri, tí teir vóru skaddir, og longu í fyrra hálvleiki noyddust bæði Dánjal á Lakjuni og Jan Ó. Ellingsgaard skaddir av vøllinum.

-Vit mugu bara staðfesta, at tað kostaði nógv, at fleiri av teimum drúgvu spælarunum ikki vóru við. Eg eri væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, tá ið støðan var 1-0, men eftir steðgin sást tað væl, at Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen megnaðu vit ikki at halda, og so skoraðu teir fimm mál. Tað eri eg ikki nøgdur við, men tað var stórur munur á liðunum í seinna hálvleiki, sigur ÍF venjarin Hans Jørgen Djurhuus.

NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen er væl nøgdur við sigurin:

-Í seinna hálvleiki royndu vit at seta ferðina upp, og tað eydnaðist. Vit høvdu eina rúgvu av møguleikum og kundu havt skorað fleiri enn tey fimm málini, sum vit vunnu við, sigur NSÍ liðformaðurin.

Og tú skoraði trý mál?

-Vit fingu ein vátan vøtt í Gøtu fríggjakvøldið, tá ið eg misnýtti fleiri góðar møguleikar. Eg havi ikki skorað tvær tær seinastu ferðirnar, og eg eri ongantíð nøgdur við at fara av vøllinum uttan at hava skorað.

Umframt liðformannin, sum skoraði trý mál, vóru NSÍ málskjúttarnir miðvallararnir Mórits Heini Mortensen og Betuel Hansen.

NSÍ hevur 9 stig, og ÍF hevur 3 stig.

Í fimta umfari skal NSÍ 2. hvítusunnudag spæla á útivølli ímóti Skála, og ÍF skal týskvøldið spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi.  

https://www.in.fo/myndasavn/

NSÍ – ÍF 5-0 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen 8.

2-0: Klæmint A. Olsen 50.

3-0: Mórits Heini Mortensen 57.

4-0: Klæmint A. Olsen 59.

5-0: Betuel Hansen 76.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen (Pætur Hentze, 62.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen (Búi Egilsson, 70.), Betuel Hansen, Salmundur Bech (Pætur T. Skipanes, 70.), Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Gult kort: Salmundur Bech

Venjari: Glenn Ståhl

ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Sámal Joensen, 27.), Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni (Gundur E. Petersen, 25.), Bogi Løkin (Jóhan Petersen, 59.), Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic, Uros Stojanov

Gult kort: Sjúrður Pauli Nielsen, Sámal Joensen, Filip Djordjevic