Klæmint: Aftur ein ringur fyrri hálvleikur

(Ljóðsamrøða) Sambært toppskjúttanum var tað aftur ein vánaligur fyrri hálvleikur, sum drap dystin fyri NSÍ

Fyri toppskjúttan hjá NSÍ, Klæmint Olsen minti tað ov nógv um dystin í Fuglafirði farna sunnudag. Tá tapti NSÍ 1-2 ímóti ÍF. Ì dag tapti NSÍ 1-4 ímóti HB í Gundadali í Havn.

 

Sambært Klæminti Olsen, so var tað sama orsøk, sum aftur feldi NSÍ í dag, nevnliga ein út av lagi vánaligur fyrri hálvleikur. Klæmint heldur, at 4-1 úrslitið sigur ikki ta sonnu søguna um dystin, har NSÍ hevði nógvar stórar málmøguleikar, tá støðan framvegis var 2-1 til HB. 

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Klæmint Olsen segði við Trónd Arge aftaná dystin.