Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu rapla niður, nú stígur er komin í fiskivinnuna. Norðlýsið skrivar í dag, at inntøkurar hjá Klaksvíkar kommunu í desember vóru ein fjórðing lægri enn somu tíð í 2007.
- Seinastu tríggir mánaðarnir hava verið sera óvanligir hjá okkum. Vánaligt veður, vánaligir fiskaprísr og so tað at Kósavirkið hevur ligið stilt ger at fólk eru sera varðin og hetta sæst eisini aftur í inntøkunum hjá kommununi, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, við Norðlýsið.
- Hóast útlitini í løtuni ikki eru tey bestu, so vil eg ávarað ímóti at leggja ov nógv í hesi tølini. Vit eiga tó at taka hetta sum eina ábending um hvat vit kunnu vanta og so arbeiða út frá tí, sigur Gunvá við Keldu.