Klaksvík og Svínoy verða nú ein kommuna

Kommunustýrið í Svínoy hevur nú góðkent sáttmálan um samanlegging við Klaksvík Á fundi leygardagin samtykti bygdaráðið í Svínoy at staðfesta fólkaatkvøðuna um samanlegging við Klaksvíkar Kommunu.

Frammanundan hesum hevur Klaksvíkar Býráð á fundi tann 3. juli í ár samtykt tað sama, -at taka til eftirtektar uppskotið til sáttmála um sjálvbodna samanlegging av Svínoyar og Klaksvíkar kommunur.

Málið er nú búgvið at senda landsstýrismanninum í Innlendismálum sáttmálan til góðkenningar, áðrenn tað verður endaliga avgreitt, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Hetta verður eftir ætlan gjørt á einum hátíðarhaldi í januar mánaði, har bæði kommunustýrini og Heðin Zachariasen, landsstýrismaður í innlendismálum, verða til staðar.

Steinbjørn O. Jacobsen og Eyðun Jacobsen, borgarstjórar fara tá at undirskriva tann endaliga sáttmálan, sum síðani verður handaður landsstýrismanninum.