Klaksvík:
Frá Klaksvíkar Klubba siga teir, at klubbin so harðliga treingir til at verða settur í stand. Onki er gjørt við hann, síðani 1984.
Inni í klubbanum, sum hann sær út í dag, er dansur og eitt skapilsi av eini barr í neðra við billiardborðinum eisini, meðan tað í erva er barr og borð og stólar.
Tá arbeiðið verður liðugt, verður tað øðrvísi. Billiardborðið verður flutt upp á, og barrin har minkað, meðan tað í neðra verður býtt um uppá pall og barr. Tað vil siga, at har sum orkestur ella plátuvendari stendur í dag, kemur tann spildur nýggja barrin at standa. Og pallurin fer so at verða har, sum barrin er í dag. Sostatt kemur dansurin framvegis at verða í neðra. Møblarnir verða Chesterfield, so ikki kann annað sigast enn, at tað verður stílur í, tá arbeiðið verður liðugt.
Livandi tónleikur
Tummas Johannesen, sum er limur í nevndini í Klaksvíkar Klubba, sigur, at teirra ætlan er, bert at hava livandi tónleik inni.
- Tað er dýrari, men so er tað eitt stað, har fólk vita at tey fáa livandi tónleik, sigur hann.
Øll gólvini í klubbanum verða eisini skift út og alt verður málað innan eisini.
Men eisini her merkist handverkara mangulin.
- Tað er so at siga vónleyst at fáa handverkarar, so hetta er ikki nøkur góð tíð at fara í holt við tílíkt arbeiðið, men tað hevur ligið á borðinum í úti við tvey ár nú, so tað er tíð upp á at fara í gongd, sigur Tummas.
Hann greiðir frá, at tað hevur tikið so langa tíð at tilrættisleggja ætlanina, tí upprunaliga ætlanin var ein heilt onnur, enn tað sum nú verður gjørt.
- Upprunaliga høvdu vit eitt enskt projekt á tapetinum, men tað var sera dýrt. Og so kom hetta tilboðið niðri frá upp á eina barr, sum var nógv bíligari, og valdu vit tí heldur hesa loysnina.
Útsjónd nógv at siga
Klaksvíkar Klubbi hevur ikki verið so væl vitjaður seinastu tíðina, og heldur Tummas, at ein av orsøkunum er útsjóndin.
- Eg haldi, at útsjóndin hevur avbera nógv at siga. Og klubbin, sum hann sær út í dag er ikki serliga tiltalandi. Hølini eru fakstiskt sera óáhugaverd, um tað sigast á tann hátt.
Teir eru sera spentir upp á hvussu tað fer at roynast, tá klubbin letur upp aftur um ein góðan mánaða ella minni. Tað eru sjálvsagt eisini onnur og nýggjari tilboð til fólk í Klaksvík at fara út til.
Tann nýggja barrin kemur í viku 32. Tað er í millum 5. og 10. august, og gongur tað eftir ætlan, so letur klubbin upp aftur hósdagin 15. august, har tað verður móttøka tann dagin. So er ætlanin at hava Fimmara sum vanligt fríggjadagin eftir. Og so verður opið aftur sum vanligt.
Men Tummas leggur dent á, at teir ikki vita, um tað fer at lata seg gera at lata upp aftur til ta tíð, alt eftir hvussu tað fer at ganga við leveringini av barrini.
- Um hon er eina viku seinkað, so klára vit tað ikki, sigur hann og leggur aftur at, at tað er ikki góð tíð niðri til at bíleggja tílíkt, so tað kann væntast, at onkur trupulleiki stingur seg upp.
- Men vit vóna tað besta.
Klaksvíkar Klubbi hevur í dag umleið 200 limir. Einans menn kunnu gerast limir í Klaksvíkar Klubba. Um tað skal broytast, so skal ein aðalfundarsamtykt til tað.