Klaksvíkingar føroyameistarar

Hóast teir taptu móti havnarmonnum í seinasta umfari, eydnaðist tað klaksvíkingum í harðari kapping við kollfirðingum at vinna føroyameistaraskapin

Loksins eydnaðist tað. Síðani 1999, tá teir seinast vunnu FM, hava klaksvíkingar mangan verið tætt við, men sum oftast hava teir bert rokkið 2. plássið. Í Hósvík sunnudagin høvdu teir sjálvir møguleikan at avgera oddastríðið. Fingu teir 3 stig móti havnarmonnum, kundu kollfirðingar ikki náa teimum. Men so væl spældi klaverið ikki, skuldi tað vísa seg
Klaksvíkingar høvdu styrkt sær við útisetanum Eyðun Nolsøe, sum sunnudagin røkti 2. borð. Havnarmenn høvdu í seinnu helvt vunnu sær nógv stig, og kundu teoretiskt vinna FM-heitið, um alt fløskaði seg ómetaliga væl. Tað kravdi ein 4-0 sigur, samstundis sum kollfirðingar ikki máttu fáa ov nógv stig móti toftamonnum.

Øgiligur spenningur
Klaksvíkingar komu í vandasjógv beinanvegin móti havnarmonnum. Rani Nolsøe bjargaði sær javnleik móti Boga Ziska, eftir at hava staðið ivasamt í byrjanini. Stutt eftir bjóðaði Haldur Suni Johansen Tummasi M. Anthoniussen javnt, og hesin tók gleðiliga ímóti tilboðnum. Tummas stóð nevnliga nakað verri.
Ólavur Simonsen vann sær eina finnu ímóti Martin Poulsen, men tað varð ikki nóg mikið. Eisini á 1. borði bleiv úrslitið javnt. Eyðun Nolsøe kom í miðspælinum undir stórt trýst í talvinum móti Olaf Berg. Olaf vann trygt eitt drúgvt talv, tá Eyðun í taptari støðu sum frægast leingi royndi at halda lív í talvinum, við tí fyri eyga at leggja trýst á kollfirðingar.
Toftamenn vóru klaksvíkingum ein góð hjálp. Óvæntað eydnaðist tað teimum at fáa hálvtannað stig frá kollfirðingum. Fyri kollfirðingar man hetta kennast sera skuffandi. Teir blivu tískil hálvt stig ov stuttir.
Andreas Andreasen fekk á 1. borði ein góðan javnleik móti Hans Kristian Simonsen, meðan fótbóltssnillingurin Øssur Hansen vann á 4. borði á Grettir Djurhuus.
Tvey úrslit sum klaksvíkingar sanniliga vórðu fegnir um! FM-heitið fór uppiborið til Klaksvíkar. Teir hava verið mest støðugir í ár. Tillukku við føroyameistaraskapinum KTF!
Sandavágsmenn flyta niður í 2. deild, meðan vestmenningar vunnu 2. deild og vera aftur at síggja í 1. deild komandi kappingarár.
Sí úrslit, einkultúrslit og støður aðrastaðni í blaðnum í dag.

Hálvt stig frá næsta norminum
Heini Olsen, sum fyri tveimum vikum síðan ognaði sær sín fyrsta IM-norm í kapping í Norra, hevði sín næsta norm í aðru hondini sunnudagin, men bleiv steðgaður á málstrikuni; Í níggjunda og seinasta umfari í stóru opnu kappingini hjá Arbejdernes Skakforening, var kravið hjá Heina minst ein javnleikur ímóti IM Emil Hermansson (2429). Heini hevði eitt skiftið fyrimun í talvinum, bjóðaði eisini svianum javnt, men tíverri mátti hann lúta.
Hóast ongan norm á hesum sinni, varð úrslitið hjá Heina sera gott; 6 stig av 9 møguligum, har mótstøðan var sterk. M.a. tveir stórmeistarar og tveir altjóða meistarar. Klaksvíkingurin vinnur sær enn fleiri ratingstig omaná stóra ratingfongin frá kappingini í Norra herfyri.
Flóvin Tór Næs hevði eina hampuliga kapping. Alt gekk eftir ánni fyrstu fýra umførini, men í seinastu fimm umførunum fekk hann einans eitt stig, og endaði tí við 5 stigum. Heini Danielsen hevði ein óføra góðan endaspurt við at vinna seinastu trý talvini. Hann bleiv fremsti føroyingur við 6,5 stigum og vinnur sær fitt av rating. Danielsen hitti tó ikki eins sterka mótstøðu sum Heini O. og Flóvin gjørdu.
Vinnararnir av kappingini blivu GM Jonny Hector (2518) úr Svøriki og amerikumaðurin GM Nick De Firmian (2523) við hvør sínum 7,5 stigum.