GÍ-KÍ 0-0 (0-0)
Fótbóltslíkindini kunnu ikki verða betri, enn tey vóru í Sarpigerði sunnudagin. Men spælið var ikki tað, sum tað kanska hevði verið vónað, tá hugsað verður um, at talan var um tey bæði liðini, sum í fjør vunnu gull og silvur.
Hvørki GÍ ella KÍ megnaðu at fáa flótandi spæl at hanga saman. Ferðin var ikki høg, og miseydnaðu temjingarnar og sendingarnar vóru alt ov nógvar.
Hjá GÍ var miðvøllurin mannaður við so royndum monnum sum Jarnskor brøðrunum Paula og Magna og Jóan Peturi Olsen. Johan Nielsen segði í leikskránni, at hann roknaði uppgávuna sera torføra, tí klaksvíkingarnir vóru svangir. Hetta mundi vera orsøkin til, at Pól Ennigarð (rúgvaði væl upp á høgra vongverja) var komin upp úr Danmark at hjálpa til.
At útlagni maðurin var við hevði við sær, at Áslakur R. Petersen, sum hevur verið fastur maður higartil, var á beinkinum, sjálvt um Súni Olsen restaði í hinum borðinum. Henning Jarnskor loysti skadda systirsonin av á vongverjanum, og tað var ivaleyst ein av orsøkunum til, at lítil tyngd var í álopspartinum hjá GÍ.
Lítil tyngd í álopinum
GÍ miðvøllurin og síðuspælararnir høvdu fyri tað mesta betri tak á bóltinum, enn klaksvíkingarnir, men tað gekk illa at spæla seg til upplagdar møguleikar. Óli Hansen var so at siga blindur ferðamaður mitt fyri, Helgi R. Petersen tóktist ikki at stórtrívast í vinstru, og og tað var sjáldan, at Rúni Justinussen megnaði at koma til baklinjuna í høgru.
At tað var lítil tyngd í fremstu ketuni hjá GÍ var staðfest av, at tað vóru miðvallarar og verjuspælarar, sum høvdu størstu møguleikarnar at gera mál. Um Jóan Petur Olsen hevði fingið bóltin í kassan í staðin fyri úr fimm metrum at senda í tvørtræið, eftir at langt innkast úr høgru var komið innfyri, hevði uppgerðin ivaleyst myndast øðrvísi.
GÍ hevði bara ein annan upplagdan møguleika. Tað restaðu tjúgu minuttir, tá Bartal Eliasen drønstútaði frísparksinnlegg frá Paula Jarnskor í tvørtræið. Bólturin støkk út aftur í málteigin, og í seinnu atløgu bjargaði Jan Andreasen á strikuni aftanfyri Gunnar á Steig, sum fyri tað mesta hevði gott tak á nógvu høgu bóltunum, ið komu í brotsteigin.
Kristian eyðsýndur
Tað var eyðsýnt, at tað nervar klaksvíkingar, at tað í ár ikki hevur gingið, sum teir høvdu vónað og kanska roknað við. Nógvir av spælarunum vóru langt frá tí, sum teir áður hava víst, at teir kunnu, og av teimum ellivu vóru tað bara tríggir, sum vóru sannførandi. Teir vóru miðverjarnir Andrzej Pacek, sum tykist vera komin fyri seg eftir brotið í kjálkanum, Jan Andreasen, sum var sera tryggur, og so blaðungi Kristian á Lakjuni.
Serliga 16 ára gamli unglingin stóð sterkur í myndini. Flestu av viðspælarunum hjá Kristiani høvdu sera ilt við at standa seg í nærdystunum ? bæði í luftini og á jørðini ? men Kristian vísti sera høgt støði. Hann var snildur við bóltinum, hann vann nógvir nærdystir, og tað var sera sjáldsamt, at ein so ungur og óroyndur spælari var førur fyri at fylla so nógv á miðvøllinum.
Vongskerdir
Klaksvíkingar vóru í løtum undir stórum trýsti, men av tí at GÍ ikki megnaði at skora, lúrdi møguleikin fyri útimáli alla tíðina. Ove Nysted, sum vann nógvar luftdystir, var onkra ferðina nær við, og tað var Heðin á Lakjuni eisini.
Men tað var ikki stór tyngd í álopspartinum hjá KÍ. Teir vóru ov fáir í brotsteiginum, og innleggini vóru ov fá. Í fjør vóru Harley Bertholdsen og John Ryan í borðunum, men hvørgin teirra var við móti GÍ. John er skaddur og ikki so væl fyri, sum hann var í fjør, og sunnudagin var Harley Bertholdsen sjúkur. Símun Waag Høgnesen og Niclas Niclassen vóru á vongverjunum. Teir fyltu væl upp í verjupartinum, men teir tóktust ikki at hava nakran serligan álopssetning.
Tomislav Sivic spenti álopsbogan síðstu løtuna, samstundis sum hann royndi at binda um verjupartin. Aftaru menninir hildu seg afturi á vøllinum, og venjarin sjálvur og Hjalgrím Elttør komu í álopið, sum síðstu løtuna var mannað við fýra monnum. Samanspælið hekk betur saman, enn tað hevði gjørt, men einki mál spurdist burturúr.
GÍ:
Sunvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen, Henning Jarnskor ? Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor ? Rúni Justinussen, Óli Hansen, Helgi R. Petersen
KÍ:
Gunnar á Steig ? Símun Waag Høgnesen, Andrzej Pazek, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Kristian á Lakjuni, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Arnold Joensen, Ove Nysted, Heðin á Lakjuni