Gjáramorgunin gjørdi løgreglan eftirlit við Tofta skúla, og har fullu fleiri klipp.
Tá tú hevur børn í bilinum, so hevur tú ábyrgdina av, at tey sita í bundin sum tey skulu í bilinum.
Tá løgreglan í gjár gjørdi kanningar við Tofta skúla, so vóru trý mál skrivað, har førarin fekk klipp í koyrikortið, tí at børn í bilinm ikki sótu íbundin.
Løgreglan var í gjárkvøldið boðsend í Gæsugøtu í Havn, tí fólk høvdu hoyrt hvøllan brest, sum um ein bumba brast. Frammanundan høvdu tey hoyrt líknandi brestir, og tí boðaðu tey løgregluni frá.
Løgreglan fór at kanna málið og fann lutur frá eini heimagjørdari bumbu. Tað var ein sodavatnsfløska, sum varð fylt við krúti, so leiðis at talan var um eina heimagjørda bumbu. Talan er helst um dreingjalótir, heldur løgreglan. Hetta minnir um rørbumburnar, sum dreingir gjørdu fyrr. Nú verður ein plastikkfløska nýtt í staðin, har krút úr fýrverki verður latið í.
Um náttarlívið sigur løgreglan, at tað hevur verið sera friðarligt. Onkur fullur persónur, sum ikki kláraði seg sjálvan, er koyrdur til hús.











